Fer samgongan at loyva oljuleiting í føroyskum øki ?
Sitandi samgonga hevur júst gjørt eitt samgonguskjal, har stóru linjurnar fyri politikkin komandi 4 árini eru lagdar, uttan at nevna olju
Allur vesturheimurin heldur ondini og bíðar í spenningi eftir, hvat fer at henda í orkuspurninginum. Hevur vesturheimurin nóg mikið av olju og gassi í framtíðini?
Norra og Bretlandi hava sæð álvaran í eyguni og hava sett meir ferð á oljuleiting og Týskland fer at víðka um kolavinnuna.
Londini rundan um okkum hava sæð álvaran og handla. Spurningurin er, hvat gera vit í Føroyum fyri at verða við til at bjarga Europa úr orkukreppuni.
Sitandi samgonga hevur júst gjørt eitt samgonguskjal, har stóru linjurnar fyri politikkin komandi 4 árini eru lagdar, men har er ikki eitt orð um oljuleiting. Ikki eitt orð um eitt stórt mál, sum kann koma at fáa stórar avleiðing fyri allan vesturheimin. Eisini okkum her í Føroyum .
Tí verður hesin fyrispurningurin settur til landsstýrismannin í vinnumálum Høgna Hoydal.
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur
Mest lisið í farnu viku
Vantandi svar frá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum

Andakt

Bjørn Kunoy í havrættardómstólinum

Bretskt lið keyptu leikarar fyri 6,9 mia. í Januar

Byggja mini kjarnorkuverk í Kanada

Fiskimálaráðharrin vitjaði Akstovuna

Framløga um avrigging av oljupallum

Harður jarðsjálvti í Turkalandi og Sýria

Húsaprísir vandi fyri búskapin

Ískoytisútbúgvingin í kirkjukunnleika góðkend

ÍtróttaNAVNIÐ 2022

Katastrofa: Bretar brúktu lím til at umvæla kjarnorkukavbát

Kommunala reglugerðin leingir um status quo

Landsstýrismaðurin í lógarmálum fer í barsilsfarloyvi

Meira um endurgjald fyri ansing av sjúkum barni

MEST flest lærlingar seinastu 20 árini

Nú skal Løgtingi loyva ES at lóggeva í Føroyum

Tilbúgving í sambandi við kreppustøðu í Føroyum

Úrslitið av sýsluformansvalinum í Eysturoynni er nú greitt.

Vinnarar á ÍtróttaFAGNAÐINUM 2022

Ynskja at varveita Dýra biðidag

Æðrasoppar, Brimheim og Marianna Winter til The Great Escape!
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv










Savnið




















Nýggjastu tíðindi










