Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

SAMSTARVIÐ VIÐ UNIVERSITETIÐ GEVUR MORGINDAGSINS VITAN

Innanlands | 21/01-2023 10:38

Fróðskaparsetri Føroya hevur saman við Kommunufelagnum og umboðum úr kommununum í Klaksvík, Runavík, Sundalagnum og Vágum verið uttanlandsferð.

Granskingar- og framtakseindin á Fróðskaparsetri Føroya hevur saman við Kommunufelagnum og umboðum úr kommununum í Klaksvík, Runavík, Sundalagnum og Vágum verið og kunnað seg um bindandi langtíðarsamstarvið, sum kommunurnar í Oppdal og Trondheim í Noregi hava við universitetið har.


Orðini í yvirskriftini, hetta at samstarvið við universitetið gevur vitan um morgindagin, eigur Geir Arild Espnes, sum er borgarstjóri í Oppdal kommunu í Noregi.

Noregsferðin hjá Setrinum og kommunalu umboðunum úr Klaksvík, Runavík, Sundalagnum og Vágum hevði til endamáls fáa innlit í og íblástur frá tí væleydnaða granskingar samstarvinum, sum er millum universitetið í Trondheim, Norges Teknisk Naturvitenskapelige Universitet (NTNU), og universitetskommunurnar í Oppdal og Trondheim, har ávikavist 7.500 og 210.000 fólk búgva.

Universitetið í Trondheim og tær báðar kommunurnar gjørdu formliga avtalu um granskingarsamstarv í 2018, og samstarvið hevur sambært báðum pørtum eydnast so mikið væl, at avtalan er dagførd og endurnýggjað, seinast í 2021.

Við avtaluni ynskja bæði universitet og kommuna at menna og seta í verk vælferðartænastur, sum eru grundaðar á gransking og nýggjastu vitan. Umframt útbúgving, gransking og nýmenning, so fevnir avtalan um hesi fýra høvuðsøki:


 Nýmenning og broyting
 Býarmenning og mentan
 Heilsu og vælferð
 Uppvøkstur og útbúgving

Fyrsta dagin á ferðini vitjaði føroyska ferðaliðið í Oppdal, har ein sokallaður ‘Næringshage’ er bindilið millum granskingarsamstarvið, ið er millum kommununa, NTNU og almenna og privata geiran.

Greitt varð frá eini ørgrynnu av væleydnaðum verkætlanum, m.a. viðvíkjandi tøknifrøði, eldrarøkt og norsku “smáttumentanini”. Fólkatalið í Oppdal er vaksandi, og hetta kemst í fyrsta lagi av, at tað hevur eydnast kommununi at ‘urbanisera’ bygdamentanina, tó uttan at missa bygdadámin, sum valdar í kommununi.

Framgongdin byggir á eitt tætt og javnbjóðis samstarv ímillum kommunu, universitet og vinnulívið, har allir partar eru við til at lýsa og fíggja ymisku granskingarverkætlanirnar, og har allir partar koma við sínum íkasti, t.d. vegleiðaraførleikum, og fáa nakað burturúr.

Geir Arild Espnes, borgarstjóri í Oppdal, sigur, at tað hevur týdning at vísa øðrum kommunum, at tað er trygt og gevandi at samstarva við universitetið. Hann leggur aftrat, at samstarv við universitetið gevur ta vitan og tann kunnleika, sum morgindagsins avbjóðingar krevja.

Magni Mohr, professari og pro-rektari fyri gransking á Setrinum, tekur undir við tí, sum Espnes, borgarstjóri, ber fram.
- Fyri at navigera í einum alsamt meira samansettum og skjótt umbroytiligum heimi, og fyri at megna at fyrireika seg til framtíðina, er neyðugt at arbeiða granskingargrundað. Vit kunnu ikki longur broyta skipanir og tilgongdir til dagin í dag, men eiga altíð á vitanargrund at fyrireika okkum og okkara samfelag til framtíðina. Og tað er júst hetta, sum vit nú síggja ítøkilig dømi um á kommunalum stigi, sigur Magni Mohr.

Seinna dagin stóð ráðhúsið í Trondheim og NTNU fyri tørni hjá ferðalagnum. Her løgdu fimm granskingarleiðarar við ymiskum fakligum førleikum fram um samstarvið millum kommununa í Trondheim og NTNU.

Granskingarleiðararnir virka sum bindilið millum kommunu, universitetið og vinnulívið, og hesir hava avgerandi leiklut, tá tað ræður um at finna bestu arbeiðshættir, sum tryggja burðardyggar loysnir til sera samansettar avbjóðingar, sum kommunan hevur ábyrgdina av at lyfta. Hesi mál eru m.a. á trivnaðar-, heilsu- og eldraøkinum, undirstøðukervinum og
viðvíkjandi kunningartøkni.

Dagurin í Tróndheim endaði við áhugaverdari løtu á havnalagnum í Tróndheim, har prorektarin fyri nýmenning vísti ”milliAmpere2” fram, sum er ein sjálvstýrandi og streymrikin ferðamannaferja, ið er úrslit av samstarvi millum kommunu, vinnulív og tvørfakligar bólkar á NTNU.

Umboðini fyri Granskingar – og framtakseindina á Setrinum og luttakandi føroysku kommunurnar eru samd um, at nógv áhugaverd vitan fekst á ferðini.

- Dagsins kommunur hava stórar avbjóðingar fyri framman. Demografisku broytingarnar hava við sær, at arbeiðsmegin er lutfalsliga minkandi, meðan tey, sum hava tørv á tænastunum frá tí almenna, eru skjótt vaksandi í tali, sigur  Tórbjørn Jacobsen, sum er formaður í Kommunufelagnum.
- Trupulleikin er margfaldur og fyri at loysa hann, krevst nýhugsan. Hetta hava tey ásannað í kommunala geiranum í Noregi, og tí eru tey farin undir eitt skipað samstarv millum kommunur og universitet, sigur hann. 

- Endamálið er, at granskingin skal viðgera og koma við møguligum loysnum til tær ítøkiligar avbjóðingarnar, sum standa fyri framman hjá kommununum. Slíkt samstarv kundi eisini verið skipað í Føroyum millum Fróðskaparsetur

Føroya og føroysku kommunurnar. Hetta hevði verið til fyrimun fyri báðar partar, sigur Tórbjørn Jacobsen, formaður í Kommunufelagnum.


Lagt út: Eivind Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi