Eygu sum síggja
Vit eru røsk at hava meiningar á fjarleiðum, men innanfyri 12 fjóðringar hjá okkum sjálvum er meira dupultmoralur enn moralur.
Sjónarmiðini kunnu verða so ymisk. Eygu sum síggja avgerða nógv. Sum dømi kunnu vit taka oddagreinina í Sosialinum, sum sæst her
Har citerar blaðstjórin, Eirikur Lindenskov, Martin Niemøller, sum skrivaði nakrar reglur, sum eisini síggjast á Holocaust Museum í USA. Niemøllar var kavbáta kaptainur undir fyrra heimsbardaga og annars var hann prestur. Yrkingin, umsett til føroyskt er niðast í hesari grein.
Dan Klein, blaðstjóri á Oyggjatíðindi hevur skriva akkurát tað sama, sum Martin Niemøller. Tó var tað um Føroysk viðurskifti. Men tað er um Oyggjatíðindi og restina av føroyska fjóðra statsvaldinum.
Tey, sum hugsa um tað, skriva er, læra ivaleyst okkurt.
Hetta skrivaði Dan Klein, blaðstjóri á Oyggjatíðindi á Facebook í januar 2017.
Tá nú stuðlarnir hjá einglapressuni eru úti eftir mær við rívuni, velji eg at gera hesa viðmerkingina:
Lygnin hevur altíð verið vápnið, ið bevíst hevur verið brúkt í móti mær. Orsøkin er fyrst og fremt, sum Finnur Helmsdal, sáli, plagdi at siga, at tá Einglapressan, sum Niels Uni verjir, ikki kláraði sama støði, sum Oyggjatíðindi, valdu tey sær Oyggjatíðindi , sum fíggindan.
Tað er í hesum skugganum av lygnum, betrivitan og fordómum, Niels Uni, og hansara handlangarar arbeiða, og hava arbeitt í fleiri ártíggir. Umráðandi fyri tey hevur verið, at niðurgjørt blaðið fyri at krógva, hvussu ússalig tey sjálvi eru.
Myndugleikarnir hava hjálpt til. Kortini eydnaðist tað blaðnum at avdúka skipasvikini í áttatiárunum, sum sendi landið á heysin í nítiárunum. Tað eydnaðist at avdúka ein landsstýrismann, sum neyðtók unga kvinnu. Listin er bæði langur og óhugnaligur.
Myndugleikarnir valdu at koyra meg í fongsul fyri úttalilsini hjá øðrum persóni, og lygnina um fiktivan eginkapital, sum bakmenninir í Global høvdu viðgingið, og gjørt avtalu um í rættinum, men tagdu fyri at fáa meg búraðan inni. Einglarnir gleddust.
Vit vita øll, at KvF, og Niels Uni, hava valt at venda kanónini í móti, gevur maktini frítt spæl, har Einglapressan er ”skødehunden” . Hvørjaferð ein dómur er feldur yvir meg, fyri at endurgeva navngivin fólk, hava gleðisrópini gelt í Ostaklokkuni.
Tað kundi ikki falið Einglunum inn, at krevja tann rætt, øll pressa hevur - eisini eg, men hatta við minnilutaverju, er helst bara galdandi fyri LGBT, og kvinnurørsluna í Førioyum. Og ávísu pedofilarnir skulu heldur ikki gloymast. Og tey, sum pedofilar hava misbrúkt, skullu ikki øll hava verju, bara tey útvaldu, sum Kris og myndugleikarnir frammanundan hava peikað út.
Hetta er samfelagið Niels Uni, KvF og teirra pappageykastuðlar í Tjóðveldi og Sossarnir, verja. Tey vilja ikki pressufrælsi, tey vilja pressukontrol, men tað skal vera lygn.
Eg fari at biðja Una, KvF og annars allar Føroyingar, at vera tolnar, lesa bókina, tá hon kemur, og so kunnu tit sleppa at eta í tykkum fordómar og aðrar lygnir, bara tí tit ikki tola, at tað er onnur pressa, sum ger tað einasta rætta. At verja tey, ið annars onga rødd hava.
Yrkingin hjá Martin Niemøller er soljóðandi
MÓTMÆLI
Fyrst tóku teir jødarnar, og eg mótmælti ikki, tí eg var ikki jødi
síðani tóku teir kommunistarnar og eg mótmælti ikki, tí eg var ikki kommunistur
síðani tóku teir fakfelagsfólkini og eg mótmælti ikki, tí eg var ikki fakfelagsmaður
síðani tóku teir meg og tá var eingin eftir sum kundi mótmæla
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











