Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Innanlands
Er heilsutrygd mafian og taks inkassokontór mafiurnar ?
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Lýsing
Lýsing

Hvønn týdning hava ráevnini í føroysku undirgrundini?

Innanlands | 23/01-2023 12:22

Helgi Abrahamsen spyr Høgna Hoydal, Landsstýrismann

Hvørja støðu hevur landsstýrið til spurningin um at geva loyvi til at leita eftir- og útvinna kolvetni úr
føroysku undirgrundini? Tann fyrispurningin fari eg at seta Høgna Hoydal, landsstýrismanni, tá munnligir
fyrispurningar verða aftur á skrá í løgtinginum. (Síðani fyrispurningurin varð latin løgtingsskrivstovuni, hevur
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur eisini sett landsstýrismanninum ein skrivligan fyrispurning um nakað
tað sama).

Í nógv ár samráddist landsstýrið við donsku stjórnina um at yvirtaka føroysku undirgrundina. Í 1992 varð
komið á mál við hesum samráðingunum, har loysnin var, at føroyska heimastýrið yvirtók málsøkið “ráevni í
undirgrundini”.

Tá landsstýrið í 1998 gjørdi avtalu við donsku stjórnina um at umfíggja føroysku uttanlandsskuldina, var við í
avtaluni, at heilar 500 mió. krónur skuldu føroyingar bara rinda aftur, um olja varð funnin innanfyri tey
næstu 20 árini. So stórt virði sóu partarnir í undirgrundini tá. Tað stóð einki í avtaluni um, at partur av
skuldini bara skuldi rindast aftur, um alivinnan kom fyri seg, ella um makrelur í stórum nøgdum kom inní
føroyskt sjóøki. Tey tingini, sum veruliga fingu týdning tey næstu árini, hugsaði eingin um í 1998. Tá var tað
bara oljan sum, í teirra hugaheimi, kundi fáa so stóran týdning.
Nakrar royndarboringar eru gjørdar á føroyska landgrunninum, tó fyribils uttan úrslit. Stórur áhugi er tó fyri
føroysku undirgrundini, tí hildið verður, at olja í rakstrarverdum nøgdum er at finna har. Men í samgonguni
eru røddir frammi, ið eru ímóti bæði leiting og framleiðslu av olju úr føroysku undirgrundini. Tí havi eg spurt
landsstýrismannin, hvørja støðu landsstýrið hevur til hetta málið. Er tað veruliga so, at landsstýrið fer at
nokta fyri at nýta hetta ríkidømið, sum føroyingar í áravís stríddust fyri at fáa rættin til?

Helgi Abrahamsen
løgtingsmaður


Lagt út: Eivind Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Innanlands
Er heilsutrygd mafian og taks inkassokontór mafiurnar ?
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Nýggjastu tíðindi