Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Kundu gjørt langafríggjadag til ein bønardag

Átrúnaður, Innanlands | 23/01-2023 13:42

Tríggir føroyingar siga sína hugsa um málið, um at dýri biðidagur helst skal takast av: Jóhannes Miðskarð úr Klaksvík (myndin omanfyri) og Jütta Reynslág av Argjum. Triði teirra, Maiken Poulsen Englund úr Havn tekur soleiðis til: "Dýri biðidagur hevur so avgjørt eina orsøk, tí vit hava ongantíð so stóran tørv á bøn sum júst í krígstíð og í trongdartíðum".

Tað er sjálvandi ein vandi, at danir vilja taka av dýra biðidag. Men tann størri vandin er, um vit føroyingar fara at gera tað sama sum teir!
Ein teirra, sum hevur fylgt væl við kjakinum um dýra biðidag er Jütta Reynslág av Argjum. Fyrsti tanki hennara, tá hetta "løgna málið" kom upp, sum hon tekur til, var: - Danmark verður meiri og meiri avkristnað.

- Eg havi fulla virðing fyri tí veruleika, at muslimar í Danmark sleppa at biðja, eitt nú í arbeiðstíð. Men tað gera teir, tí teir eru avgjørdir og bevístir um sína trúgv og sínar bønastundir ávísar tíðir hvønn dag.

- Vit hava savnað fleiri árligar bønardagar saman í ein bønardag – altso EIN bønardag hjá okkum kristnu – men sum politikkararnir nú, í tí kristna Danmark vilja taka av. Hetta hongur snøgt sagt ikki saman, slær Jütta fast.

Fyri henni er hetta enn eitt dømi um, at danir geva eftir fyri so mongum. Úrslitið av hesum verður bert tað, at tann danska tjóðin so líðandi fer at missa sín identitet.

Eingin dani skal noyðast til nakað, tí alt skal vera so demokratiskt, meðan ein samstundis loyvir øðrum átrúnaðarligum siðum og hugburði inn, fyri at varðveita demokrati'ið mótvegis øðrum fólkasløgum.

- Avleiðingarnar av øllum hesum síggja vit í dag. Alt tað danska fánar spakuliga burtur, tí atlit skulu takast til eitt nú matin í barnagørðum og jólaprýði í handlunum, bara fyri at nevna nakað. Teir vilja tekkjast øðrum tjóðum, men missa sín egna identitet um somu tíð.

- Muslimar hinvegin halda fast við sínar bønartíðir og sín bønarsið. Teir kunnu tí koma til at missa virðingina fyri dønum, júst av hesi orsøk, tí eingin ryggjargeisli er í teimum. Hví skuldu teir eisini virt tað, tá teir liva millum eitt fólk, sum ikki halgar sína vanligu religión ella stríðist fyri sínum identiteti?

- Tað, sum hendir í Danmark í dag er stutt sagt, at teir eru í ferð við at avkristna sítt egna land. Alt hetta við dýra biðidegi er kanska bara fyrsta stigið á hesi leið, sigur Jütta Reynslág álvarsom.

 

Jütta Reynslág: - Vónandi koma vit ikki so langt, at vit fara at avtaka okkara heiligdagar, bara tí at pengar mangla í onkustaðni

Og hon endar við hesi bøn:
- Eg vóni bara ikki, at føroyska samfelagið fer at koma so langt, at vit beinleiðis fara at taka av okkara heiligdagar, bara tí tað mangla pengar í á onkrari konto.

Bið og arbeið
Ein teirra, sum heldur ikki er fegin um uppskotið, er Maiken Poulsen Englund úr Havn, men sum í dag býr í Svøríki.
Fyri henni er eingin ivi um, at byrjar ein fyrst at pilka við heiligdagarnar, so týðir tað uppá ein broyttan hugburð, sum bara er ein byrjan.

- Heiligdagarnir eru ongin sjálvfylgja. Leygardagurin ella sunnudagurin stava frá Skapanini, sum vit lesa um á fyrstu síðunum í Bíbliuni, tá Gud hvíldi sjeynda dagin. Hetta gjørdi hann sum eitt fyridømi fyri menniskjunnar skuld.

- Heiligdagar hoyra til mannarættindi fyri at vit, sum samfelag, fáa stundir til at vera menniskja, byggja upp okkara andaligu styrki, hugsa, trúgva, skapa, samlast og hvíla samstundis.

- Vit liggja, sum vit hava reitt. Vit hava sjálv gjørt heiligdagarnar innihaldsliga til arbeiðsdagar, og tí verður spurnartekin sett við teir, vísir hon á.

Og Maiken Poulsen Englund leggur aftrat:
- Skal menniskjan liva av breyði eina, so verður hon taparin, tí menniskjan er bæði ein likamlig og ein andalig vera.

Maiken Poulsen Englund:
- Heiligdagarnir eru ongin sjálvfylgja

- Vit kenna hugtakið "Ora et labora" – bið og arbeið – ið bæði hanga saman. Dýri biðidagur hevur so avgjørt eina orsøk, tí vit hava ongantíð so stóran tørv á bøn sum júst í krígstíð og í trongdartíðum.

Ein djúpt elskaður dagur
Tað gekk ikki long tíð, frá tí at ætlanin hjá donsku stjórnini var løgd fram, til tær fyrstu viðmerkingarnar, fyri og ímóti, komu fram.
Fyrst vóru tað fólk í Danmark, sum søgdu sína hugsan um málið. Seinni tóku føroyingar eisini blaðið frá munninum og gjørdu sína støðu greiða.

Í fyrru greinini nurtu vit millum annað við tað, sum okkara biskupur, Jógvan Fríðriksson helt um málið. Hann var ikki fyri at taka dýra biðidag av, men ynskti heldur, at vit útvegaðu okkum ein dag aftrat til frið, halgan og bøn.
Tann vanligi føroyingurin, um ein kann siga tað so, hevur eisini gjørt greitt, hvat hann heldur um málið. Og tá er í mangar mátar líka mikið í hvørji samkomu tey ganga.

Ein teirra, sum ikki himpraðist við at siga sína meining um málið, segði bart út, at tað er "simpelthen so ræðuligt at avtaka dýra biðidag sum heiligdag". Og hesin grundgav eisini fyri, hví hann segði so:
- Hetta fer bara at gera samfelagið enn meiri heiðið, sló hann fast. - Hetta er jú tann stóri bønardagurin. Hann er ein djúpt elskaður dagur hjá øllum føroyingum, sum eru í djúpari bøn henda serliga dagin.

Ein onnur kvinna er inni á hesum sama, og er samd við tí, sum biskupur hevur sagt um at hava ein eyka heiligdag.
- Vit kundu saktans havt ein føroyskan bønardag og takkardag um heystið, er hennara uppskot.

Ein annan dag
Eitt av evnunum í danska kjakinum er, hví stjórnin hevur valt júst at taka av dýra biðidag.
Fyri mong er hetta ein serligur bønardagur, og tí eru tey ímóti hesum.
Ein danskur prestur kom í farnu viku við einum uppskoti um, at ein ístaðin kundi tikið ein annan heiligdag av, tá lítið og einki fólk kortini eru í kirkju. Hann hugsaði um 2. Páskadag.

- Á páskum hava fólk jú verið til fleiri gudstænastur, har gudstænastan páskadag telist millum tær størstu.

- Men 2. Páskadag eru fólk onkursvegna troytt av at ganga í kirkju, og tí kundi ein heldur tikið henda heiligdagin av, ístaðin fyri dýra biðidag, helt altso danski presturin.

Hetta er eisini í samsvar við tað, sum Jóhannes Miðskarð úr Klaksvík vísir á í eini viðmerking, sum hann hevur skrivað á Facebook.

Hann siterar danska skemtaran og speiaran, Jonathan Spang, sum í nýggjársútgávuni av satiru-sending sínari "Tæt på sandheden" sigur soleiðis:
"Dýri biðidagur er bara partur av eini langari røð av frídøgum, sum tey sjálvstøðugt vinnurekandi ikki hava havt í mong ár".

Uff-dagur Jóhannes Miðskarð heldur fram við at siga, at hann sjálvur ikki hevur børn, men vísir á sannleikan í tí, sum Jonathan Spang sigur um henda heiligdagin:
"Dýri biðidagur er bara ein uff-dagur hjá foreldrum, har dagstovnar og skúlar enn einaferð ikki hava opið".

- Nú, ið eg havi sagt frá míni støðu í hesum máli, vera tað helst mong, sum fara at siga við meg: Altso, tú, Jóhannes, - ert tú ikki trúgvandi og elskar tú ikki heiligdagar?!

- Og tá fari eg beinanvegin at svara teimum: Jú, tað eri eg avgjørt. Men hóast tað, so haldi eg ikki, at eg megni at fylla allar teir kristnu heiligdagar við kristnum innihaldi.


- Eg eri so avgjørt fyri at varðveita heiligdagarnar

- Eg hugsi her um møguleikan, at vit sum kristin ístaðin kundu gjørt langa fríggjadag til ein biðidag. Og so mugu vit heldur ikki gloyma, at flestu londini í vesturheiminum, sum onkursvegna eru ávirkaði av kristindóminum, ikki halda dýra biðidag, leggur Jóhannes Miðskarð dent á.

Og hann leggur at enda aftrat:
- Ja, støðan er so galin, at tey flestu av hesum londunum hava ikki so frægt sum langa fríggjadag um heiligdag.

- - - - -

Hetta er seinna greinin við viðmerkingum í samband við kjakið um dýra biðidag. Fyrra greinin "Vit hava brúk fyri dagar við hvíld og halgan" kann lesa á okkara heimasíðu við at trýsta HER.

Orð: Snorre Brend/Myndir: Alnetið


Lagt út: Eivind Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Vantandi svar frá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum
Andakt
Bjørn Kunoy í havrættardómstólinum
Bretskt lið keyptu leikarar fyri 6,9 mia. í Januar
Byggja mini kjarnorkuverk í Kanada
Fiskimála­ráð­har­rin vitjaði Akstovuna
Framløga um avrigging av oljupallum
Harður jarðsjálvti í Turkalandi og Sýria
Húsaprísir vandi fyri búskapin
Ískoytis­útbúgvingin í kirkju­kunnleika góðkend
ÍtróttaNAVNIÐ 2022
Katastrofa: Bretar brúktu lím til at umvæla kjarnorkukavbát
Kommunala reglugerðin leingir um status quo
Lands­stýris­maðu­rin í lógarmálum fer í barsilsfar­loyvi
Meira um endurgjald fyri ansing av sjúkum barni
MEST flest lærlingar seinastu 20 árini
Nú skal Løgtingi loyva ES at lóggeva í Føroyum
Tilbúgving í sambandi við kreppustøðu í Føroyum
Úrslitið av sýsluformansvali­num í Eysturoynni er nú greitt.
Vinnarar á ÍtróttaFAGNAÐI­NUM 2022
Ynskja at varveita Dýra biðidag
Æðrasoppar, Brimheim og Marianna Winter til The Great Escape!
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi