Frítíðartilboðið á Frúutrøð letur upp
Tað hevur leingi verið trupult at fáa nøktandi hølir til frítíðartilboðini hjá Almannaverkinum í Tórshavnar kommunu.
Í dag er ein stórur dagur fyri fleiri familjur, nú Frítíðartilboðið á Frúutrøð letur upp.
“Tað eru nógv børn og foreldur, ið alt ov leingi hava bíðað eftir frítíðartilboði, og tí fegnist eg saman við teimum, sum í dag hava fingið tilboð”, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum.
Samgongan hevur í samgonguskjalinum sett sær fyri at finna eina loysn á trupulleikunum við frítíðartilboðum til fólk, ið bera brek. Við Frítíðartilboðnum á Frúutrøð eru vit komin eitt stórt stig rætta vegin.
Tað hevur leingi verið trupult at fáa nøktandi hølir til frítíðartilboðini hjá Almannaverkinum í Tórshavnar kommunu. Tí er tað gleðiligt, at Almannaverkið og Tórshavnar kommuna hava gjørt avtalu um, at Almannaverkið leigar stóran part av skúlanum á Frúutrøð til endamálið. Leigumálið er fimm ár.
“Við hesari avtaluni ber til at savna ein stóran part av frítíðartilboðunum í miðstaðarøkinum undir somu lon. Á henda hátt verður lættari at leggja arbeiðið skynsamt til rættis og soleiðis røkka út til fleiri familjur”, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna.
Frítíðartilboðið á Frúutrøð er eitt tilboð til børn við serligum tørvi frá 3. flokki. Nú Frúutrøð er tikið í nýtslu, er bíðilistin í Føroyum minkaður úr 34 niður í 16. Fyri børn í Tórshavnar kommunu merkir hetta, at nøkur fá børn enn bíða eftir tilboði. Hesi fáa væntandi tilboð seinni í vár.
Arbeitt verður støðugt við at eisini børnini, sum bíða uttanfyri Tórshavn, fáa eitt frítíðartilboð.
Mest lisið í farnu viku
Vantandi svar frá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum

Andakt

Bretskt lið keyptu leikarar fyri 6,9 mia. í Januar

Byggja mini kjarnorkuverk í Kanada

Fiskimálaráðharrin vitjaði Akstovuna

Framløga um avrigging av oljupallum

Harður jarðsjálvti í Turkalandi og Sýria

Húsaprísir vandi fyri búskapin

Ískoytisútbúgvingin í kirkjukunnleika góðkend

ÍtróttaNAVNIÐ 2022

Katastrofa: Bretar brúktu lím til at umvæla kjarnorkukavbát

Kommunala reglugerðin leingir um status quo

Landsstýrismaðurin í lógarmálum fer í barsilsfarloyvi

Meira um endurgjald fyri ansing av sjúkum barni

MEST flest lærlingar seinastu 20 árini

Nú skal Løgtingi loyva ES at lóggeva í Føroyum

Tilbúgving í sambandi við kreppustøðu í Føroyum

Úrslitið av sýsluformansvalinum í Eysturoynni er nú greitt.

Vinnarar á ÍtróttaFAGNAÐINUM 2022

Ynskja at varveita Dýra biðidag

Æðrasoppar, Brimheim og Marianna Winter til The Great Escape!
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv










Savnið




















Nýggjastu tíðindi










