Gevast at brúka fiskamjøl til høsnafóður
Skaðilig evnir, nevnd PFAS eru í fiskamjøli og tí gevast tey at brúka fiskamjøl til høsnafóður. PFAS er funnið í eggum í Danmark
PFAS eru kemisk evnir sum verða mett vandamikil.
PFAS verður brúkt í m.a. klæðum, non-stick steikipannum, matvøruemballagu, isolering av el-káplum. So tað verður trupult at sleppa uttanum. PFAS megnar at flyta seg gjøgnum mold og til vatn og í fisk og djór, tí at náttúran brúkar sera langa tíð um at niðurbróta hesi evni.
PFAS evnir eru í vatni, djórum og fiski.
Eggframleiðarar í Danmark gevast nú at brúka fiskamjøl til fóður. Kanningar vísa at tað helst er úr fiskamjøli at PFAS kemur í eggini. Men tað er tó ikki prógva.
Kit Granby, DTU Fødevareinstituttet sigur at upprunaliga meintu tey, at evni var komið sum avfall úr luftini. Men tá tað vísti seg at økologisk egg og ikki økologisk egg høvdu eins nógv PFAS í sær, so meina tey at tað má verða úr fóðrinum.
Víst verður á, at í Belgia var trupulleikin at ein kemisk fabrik hevði dálka eitt risastørt øki og tað var sum kemiskt avfall. Tí er tað als ikki vist at tað er fiskamjøli sum er orsøkin.
Av tí at hønur verpa hvønn dag, so eigur eitt svar at fyriliggja rættuliga skjótt. Serfrøðingarnir meta at tað er minni enn ein vika til tað sæst munur, um fiskamjøl also er orsøkin.
Á heimsíðu hjá amerkanska statinum kann lesast meira um hvat PFAS er. Tað kann lesast her
Og her kann meira lesast um PFAS
Mest lisið í farnu viku
Heilsutrygdargjald
Tupperware á húsagang
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur