91% av fyritøkunum eru framvegis í Russlandi
Hóast boykott og áheitanir, so eru 91% av fyritøkunum úr G7 londunum framvegis í Russlandi. Og hetta eru tey sum heita á okkum um at slíta alt samstarv. Hetta veit Universiteti í St. Gallen at siga.
Universiteti í St. Gallen í Sveis, sum er eitt av heimsins bestu Universitetum, hevur kannað, hvussu nógv feløg úr EU og G7 londunum rýma úr Russlandi.
Uppgerðin vísur, at minni enn 9% eru rýmd, meðan 90% framvegis eru í Russlandi og reka sítt virksemi.
Eisini er gjørt upp í roknskapartølum, hvussu nógv eru rýmd. Hesi feløg høvdu 6,5% av yvirskotinum áðrenn skatt. 8,6% av samlaðu ognunum. 10,4% av samlaðu søluni. Og 15% av starvsfólkunum. Tað merkir at tey feløg sum eru givin eru tey sum tjena minst og samstundis hava flest starvsfólk.
Tølini vísa, at framvegis eru 91% av feløgunum úr londum sum hvønn mána gera nýggja pakka við sanktiónum og boykotti móti Russlandi framvegis reka sítt virksemi har.
Tað eru annars somu lond sum heita á okkum um at slíta fiskivinnuavtaluna við Russland.
Mest lisið í farnu viku
Vantandi svar frá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum

Andakt

Bjørn Kunoy í havrættardómstólinum

Bretskt lið keyptu leikarar fyri 6,9 mia. í Januar

Byggja mini kjarnorkuverk í Kanada

Fiskimálaráðharrin vitjaði Akstovuna

Framløga um avrigging av oljupallum

Harður jarðsjálvti í Turkalandi og Sýria

Húsaprísir vandi fyri búskapin

Ískoytisútbúgvingin í kirkjukunnleika góðkend

ÍtróttaNAVNIÐ 2022

Katastrofa: Bretar brúktu lím til at umvæla kjarnorkukavbát

Kommunala reglugerðin leingir um status quo

Landsstýrismaðurin í lógarmálum fer í barsilsfarloyvi

Meira um endurgjald fyri ansing av sjúkum barni

MEST flest lærlingar seinastu 20 árini

Nú skal Løgtingi loyva ES at lóggeva í Føroyum

Tilbúgving í sambandi við kreppustøðu í Føroyum

Úrslitið av sýsluformansvalinum í Eysturoynni er nú greitt.

Vinnarar á ÍtróttaFAGNAÐINUM 2022

Ynskja at varveita Dýra biðidag

Æðrasoppar, Brimheim og Marianna Winter til The Great Escape!
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv










Savnið




















Nýggjastu tíðindi










