Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Gott og hendingarríkt ár fyri Listasavnið

Innanlands, Mentan | 25/01-2023 09:07

Ongantíð áður hava so nógvir føroyingar vitjað savnið sum í 2022. Til samans komu 28.197 gestir á gátt, og av hesum vóru heili 14.777 føroysk vaksin og børn!

2022 var, á mangan hátt, eitt sera gott og hendingarríkt ár fyri Listasavnið.

Ongantíð áður hava so nógvir føroyingar vitjað savnið sum í 2022. Til samans komu 28.197 gestir á gátt, og av hesum vóru heili 14.777 føroysk vaksin og børn! Til samanberingar vóru 4.914 føroyingar á vitjan á savninum í 2019, árið fyrri Covid-19 farsóttina.

Ferðafólkini eru eisini komin aftur, og í fjør fekk Listasavn Føroya vitjan av ikki minni enn 10.981 útlendskum vaksnum og børnum. Til samanbering var talið av útlendskum vitjandi 6.452 í 2019.

Vit fegnast um stóru framgongdina av vitjanum, og eru sertakliga takksom fyri, at so nógvir føroyingar brúka savnið og síggja eitt so stórt virði í føroyskari list og mentan. 

Á Listasavni Føroya gera vit nógv buturúr at vera eitt stað fyri øll. Tí royna vit altíð at skipa okkara virksemi og skipa fyri framsýningum og tiltøkum eftir júst tí. Í fjør var einki undantak. 

Um várið var framsýning við heitinum “Landslagið í broyting”, har føroyska nátturan var í sjóndeplinum. Vit skipaðu fyri barnatiltøkum; herundir Savnsfagnaðinum, føstulávint-, páska- og jólaklipp og Halloween-haldi. Vit bjóðaðu tónleikaupplivingar í samstarvi við Summartónar og serframsýningarnar Várframsýningina “Fláffy United”, hjá felagnum Føroysk Myndlistafólk og Ólavsøkuframsýningina hjá Listafelag Føroya.

Í august lat stóra serframsýningin “Brot” upp, ið sýndi fram føroyska samtíðarlist í stórum vavi, og í septembur og oktobur húsaðu vit fyrstu framsýning nakrantíð á einum tjóðarlistasavni, við myndum gjørdar av eftirgjørdum viti, Artificial Intelligence, “/Imagine the Faroe Islands”. Ein framsýning sum serstakliga nógv ung og menn sýndu áhuga. 2022 var eisini árið, har nýtt átak byrjaði á Listasavninum, nevniliga kvøldaropið 1. hóskvøld í hvørjum mánaði, har ymisk evni og innihald vóru á skrá.

Størst av øllum hendingunum má tó vera upplatingin av nýggju kafeini, Kafé List, sum lat upp í apríl, og sum hevur givið eyka gleði, gestunum at frama. 

Tað er við einum jaligum lyndi og vón, at vit stíga inn í eitt nýtt ár, sum vit gott kunnu avdúka, verður eitt eins hendingarríkt ár, sum tað farna.

Vit síggjast á Listasavni Føroya!


Lagt út: Eivind Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi