Veiðan hjá línuskipum í 2022
Línuskipið Pison hægsta avreiðingarvirði undir Føroyum. Klakkur avreiddi fyri 64 milliónir í 2022
Aftaná at vit skrivaðu greinina, hava vit fingið upplýst, frá fleiri skipum, at alt ikki er gjørt upp endaliga. Vit fara at rætta hetta so skjótt alt er endaligt hja Vørn (30/1-2023)
R7.fo hevur hugt eftir avreiðingarvirðinum hjá línuskipum. Vit frávaldu at hyggja eftir tonsum.
2022 var eitt gott ár í pengum. Í øllum førum hjá teimum flestu. Men tvær tvingsilssølur vóru lýstar seinasta ár og tað eru nøkur ár síðan seinast.
Føroyar eiga væl av rættindum uttanlanda. Uppgerðin vísur, at samlaða avreiðingarvirði hjá línuskipunum var 430 milliónir og av teimum komu 208 av landgrunninum. Sostatt vóru 51% veidd aðrastaðni og 49% á landgrunninum.
Tað er stórur munur á avreiðingarvirðinum hjá línuskipum. Tað er eisini stórur munur á hvørji rættindi línuskipini hava.
Tað tykist eisini verða stórur munur á, hvussu nógv stór frystilínuskip og vanlig ísfiskalínuskip megnar at fiska. Um vit býta avreiðingarvirði hjá besta línuskipinum við samlaða avreiðingarvirði (430/64) so síggja vit at á pappírinum megna 7 línuskip at fiska alt sum tey 14 línuskipini fiskaðu.
Í veruleikanum ber sjálvandi ikki til at minka talið av skipum so nógv. Men tað eiga vit at hugsa um, nú vit hava økt talið av frystilínuskipum nógv, tó at rættindir á fjarleiðum ikki eru økt. Eftir minninum vóru á leið 15 línuskip sum gjørdust til 25 línuskip eftir fáum árum fyri 25 árum síðan. Fá ár seinni var tað so gott.
Yvirlitið sum R7.fo hevur gjørt, úr tølum hjá Vørn vísur, hvat hvørt skipið hevur fiska undir Føroyum og aðrastaðni.
Avreiðingarvirði hjá línuskipunum tilsamans á øllum leiðum í 2022 var
Vit síggja at Klakkur avreiddi fyri 64 mió. og Jógvan I fyri 60 mió. Umleið 40% av avreiðingarvirðinum er av føroyagrunninum og uml. 60% av øðrum leiðum.
Um vit hyggja eftir avreiðingarvirðinum á føroyagrunninum so er hon:
Vit síggja at Pison hevur avreitt fyri 28 mió. og síðan koma øll frystilínuskipini. 95% av avreiðingarvirðinum hjá Pison er av føroyagrunninum.
Tá Klakkur kom, upplýstu eigararnir at avreiddu teir fyri 50 mió. so stó upp og niður. Veiða pr. dag undir Føroyum er væl minni enn á fjarleiðum. Tí krevst væl av rættindum aðrastaðni og síðan nakað av døgum undir Føroyum fyri at eitt skip skal hava avlop av rakstrinum.
Mest lisið í farnu viku
Andakt
Avgerð tikin um at fara til samráðingar við Russland fyri 2025
Ein H-bygingur og annar
Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið frídømt í Landsrættinum
Fráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara
Hjartaliga takk fyri
Klokkuklárt sjálvmál
Krógva seg fyri veljarunum
Loynifundur á Strondum
Lygn samgongan
Russar fyrireika álop
Russland stórsti leverandørur av gassi til ES
Sjúrður tryggjað fígging til sjósavn, filmsframleiðslu og náttúrugransking
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur