Kommunala reglugerðin leingir um status quo
Heimafriður hevur sent inn "Hoyrinssvar til eftirmeting av Kommunalu Reglugerðini um óljóð frá skipum" Í alt 8 síður, sum R7.fo prentar í fleiri umførum
Kommunala reglugerðin hevur als ikki virkað eftir endamálsorðingini, men er í staðin blivin brúkt til at heimila kommununum at útseta borgarar sínar fyri skaðiligum larmi frá skipum við bryggju. Eingin bati er at hóma og kommunala reglugerðin tykist bert at verða brúkt til, sum longst at leingja status quo.
Fyrst av øllum gjørdu kommunurnar av at seta desibel-mørkini nógva ferðir hægri enn hvat almenna lógaruppkotið hjá Helga Abrahamsen mælti til í tráð við altjóða tilmæli.
Hyggja vit eftir handfaringini hjá kommununum av kommunalu reglugerðini, so kann staðfestast, at hon mangan ikki verður fylgd, og at hon ikki er til frama fyri heimafriðin hjá borgararum. Eisini gongur sjón fyri søgn, at eingin eftirlitismyndugleiki er at kanna handfaringina hjá kommununum, eins og tað er vorðið okkum greitt, at samstarvið ímillum kommunurnar als ikki er nøktandi ella heilt einfalt ikki eksisterar.
Bert 19 dagar gingu frá tí, at reglugerðin kom í gildið tann 1.januar 2022, til hon so dyggiliga varð brotin.
Hetta hendi, tá Yantarnyy í Ánirnar og í samfull 18 samdøgur og breyt kommunalu reglugerðina um mest loyvdan larm.
Felgið Heimafriður kann vísa á ógvuliga mong dømi og nógvar manglar í hesumhoyringssvari til
eftirmetingina.
Trina Elttør Eysturoy
Mest lisið í farnu viku

Áheitan frá Føroya Skipara-& Navigatørfelag til mynduleikan
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv










Savnið




















Nýggjastu tíðindi











