Katastrofa: Bretar brúktu lím til at umvæla kjarnorkukavbát
Í Bretlandi eru tey á gosi, nú tey uppdaga at teir hava brúkt lím at umvæla kølingina í kjarnorkukavbáti
HMS Vangard, sum er kjarnorku kavbátur hjá Bretum er umvældur seinastu árini. Seint í gjár frættist, at nú hava tey uppdaga, at ein brotin boltur er umvaldur við lím.
Og sjálvandi er alt á gosi. Kavbáturin er umvældur og eykarokningin var 3 milliardir. Og hetta løgdu teir merki til, tá ein boltur datt av, í samband við annað víðlíkahald.
Bæði verjumálaráðharri og ovastu leiðarar í herinum eru á málinum.
Tað sum hendi var, at ein boltur brotnaði. Hesin bleiv umvaldur við lími, í staðin fyri at gera nýggjan bolt og tað sum annars var neyðugt at gera í hesum sambandi. Og onki bleiv skriva ella upplýst um hvat gjørt bleiv. Tað var rein tilvild at hetta bleiv uppdaga.
Av tí at hetta er ein kjarnorkukavbátur og skaðin var á kølingini, so er tað avgjørt ikki vandaleyst. Manglandi køling viðførur at kjarnorkuverki kann smelta. Tað var t.d. tað sum hendi í Tjernobyl.
Søgan er eitt sindur ræðandi.
Mest lisið í farnu viku

Áheitan frá Føroya Skipara-& Navigatørfelag til mynduleikan
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv










Savnið




















Nýggjastu tíðindi











