Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

ÍtróttaNAVNIÐ 2022

Innanlands | 01/02-2023 08:54

Kappingin er millum ein reiðmaður, ein hondbóltsleikari ella eitt hondbóltslið.

ÍtróttaNAVNIÐ 2022 verður ein reiðmaður, ein hondbóltsleikari ella eitt hondbóltslið.
Norðurlendski meistarin í gongulagsríðing Knút Lützen, hondbóltsúrmælingurin Hákun West av Teigum og krúststerka Kvinnuliðið hjá H71, eru innstillaði til heiðurin ÍtróttaNAVNIÐ 2022, ið er ein av heiðurslønunum á ÍtróttaFAGNAÐINUM leygarkvøldið 4. februar.

Knút Lútzen gjørdist saman við hestinum Kára frá Ásbrú í august, norðurlendskur meistari í GDB Gæðingakeppni á Álandi. Hetta er stór norðurlendsk kapping, ið er at meta beint undir HM í støði, hetta av tí at norðurlond eru sera frammaliga innan altjóða gongulagsríðing.
Knút Lútzen hevur í nógv ár kappast í Føroyum og hevur seinasti árini ligið støðugt í oddinum, tá gongulagskappingar hava verið. Ætlanin hevur verið hjá honum at fara til altjóða kappingar bæði í 2020 og 2021, hetta gjørdist tó av ongum vegna korona - Hetta steðgaði tó ikki Knút Lútzen ið at venja og at arbeiða miðvíst fram móti at kunna gera um
seg á altjóða pallinum.
Í A-finaluni til NM á Álandi, skaraðu teir báðir eisini framúr og vunnu tá alt kom til alt aftur rættiliga greitt í A finaluni. Úrslitið var at Knút Lútzen og Kári frá Ásbrú vóru norðurlendskur meistarar, Føroyar høvdu fingið sítt heiðursmerkið til NM og heiðursmerkið var av gull.

Hákun West av Teigum slóð í 2022 av álvara sítt navn fast í altjóða topphondbólti.
Kappingarárið 2021/22 fekk Hákun sítt gjøgnumbrot í fremstu deildini í Danmark við liði sínum, Skanderborg, har Hákun er yrkisleikari. Leikluturin hjá Hákuni er blivin alsamt størri og hann er nú greitt fyrstaval á høgra vongi.
Í januar mánaði var Hákun við 16 málum toppskjútti, tá ið føroyska A-landsliði hjá monnum á heimavølli á Hálsi spældi seg víðari úr bólkaspælinum í undankappingini til HM2023. Í summar var Hákun við U02-landsliðnum í M20 EURO (EM-endaspælið) í Porto í Portugal og Hákun var við sínum 39 málum í seks dystum greiður toppskjútti á føroyska liðnum.

Føroyar vunnu fýra dystir, m.a. móti Danmark og Noregi.
Í november rakk Hákun enn einum tindi, tá ið tað var kunngjørt, at hann hevur gjørt trý ára sáttmála við oddaliðið í týsku Bundesliguni, Füchse Berlin, har hann skal avloysa danska landsliðsspælaran, Hans Lindberg, ið telist millum bestu høgru vengur nakrantíð yvirhøvur.

Í desember kunngjørdi stóra altjóða hondbóltssíðan, Handball-Planet.com, at lesarar hennara høvdu valt Hákun West av Teigum til besta høgra vong í heiminum undir 23 ára aldur.

H71-kvinnurnar hava við evnum, áræði og hugflogi gingið nýggjar leiðir og hava flutt føroyskan felagshondbólt – og tað serliga hjá kvinnum – fleiri fet fram á leið við einastandi sterkum avrikum og úrslitum í fyrst og fremst EHF Europa Cup-kappingini, men eisini heima í Føroyum.

Í sínum fyrstu europeisku dystum vunnu tær móti WHC Cair-Skopje úr Norðurmakedonia, og síðani stóðu sveisisku Spono Eagles og serbisku Naisa Nis, áðrenn ein skriviborðsavgerð endaði fjórðingsfinalurnar ímóti ukrainska Galychanka Lviv, tí H71 ikki kundi ganga ímóti myndugleikunum og fara til krígshótta Ukraina at spæla.

Hetta kappingarárið hava H71-kvinnurnar endurtikið seg sjálvar og spælt seg víðari ímóti eysturríkska SV witasek Ferlach og tjekkiska DHC Slavia Prag, so tær aftur í vetur hava spælt seg í áttandapartsfinalurnar, sum verða spældar í januar ímóti spanska Club Balonmán Atlético Guardes.

Samstundis hevur H71 víst hegni og styrki í heimligu kappingini, har tað seinasta kappingarár gjørdist til fyrsta meistaraheitið í bestu kvinnudeildini umframt pláss í steypafinaluni, og nú hetta kappingarárið er hálvrunnið, eru H71-kvinnurnar oddalið í SMS-deildini og hava tryggjað sær hálvfinalupláss í Faxe Kondi-steypakappingini.

Við einum breiðum og evnaríkum hópi, ið hevur fleiri góðar spælarar á øllum plássum, er tað eydnast H71-kvinnunum at røkka longri í evropeisku kappingunum enn nakað føroyskt lið áður hevur gjørt. Felagsskapurin á og kring liðið er sterkur, samstundis sum hetta gevur føroysku feløgunum íbástur at seta sær høg mál.

ÍtróttaNAVNIÐ fær umframt heiðurin eisini 5.000 krónur í gávu. ÍtróttaFAGNAÐURIN 2022 verður sendur beinleiðis í sjónvarpinum hjá Kringvarpi Føroya leygarkvøldið 4. februar, kl. 20:00.
Høvuðsstuðlar hjá ÍtróttaFAGNAÐINUM 2022 eru:
SMS – Atlantic Airways – Smyril Line – Tórshavnar Kommuna – Varðin – Poul
Hansen


Lagt út: Eivind Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Havstovan tilmælur at stongja tað mesta
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi