Bretskt lið keyptu leikarar fyri 6,9 mia. í Januar
Bretsk lið brúka nógv flestar pengar. Chelsea hevur keypt fyri 288 mió. pund sum er meira enn øll liðini í Frankaríki, Italia, Spania og Týsklandi tilsamans
Seinasta freist at keypa leikarar í hesum fótbóltsárinum var í gjár. Deadline er á midnátt. Bretar hava talt upp, hvussu nógvar pengar ymisku feløgini hava keypt fyri í vetrarsteðginum. Nógv hendir í seinastu løtu og soleiðis var eisini í gjár.
Ensk feløg keyptu leikarar fyri 6,9 mia. í januar. Og tað er bara fyri at keypa leikarar leysar úr feløgum. Harumframt skulu leikarar sjálvandi hava løn og tað væl hægri enn arbeiðsmannaløn. Feløgini í Týsklandi, Italia, Spania og Frankaríki keyptu tilsamans leikarar fyri 1,9 mia. í vetrarsteðginum.
Chelsea keypti Enzo Fernandez frá Benfica fyri 107 mió. Pund. (Uml. 90 mió.) sum er rekord í Bretlandi.
Meðan bretsk feløg økja útreiðslurnar, so minka útreiðslurnar hjá feløgum í Europa munandi. Eigarar av bretskum feløgum eru í stóran mun útlendingar og onkuntíð meira ella minni statskassar í oljulondum. Tí verður rokna við at fígging og eigarar av stórum fótbóltsfeløgum aftur verður umrøddur, eins og tað áður hevur verið
Mest lisið í farnu viku

4 fólk dømd fyri rúsevnasmugling við seglbáti til Føroyar

Almenna kjakið um javnstøðulógina í Føroyum

Andakt

Ábendingar um lægri vøkstur og tørvur á veruligum nýskipanum

Gene Hackman og konan innideyð

Helgi Abrahamsen finnur ikki vallyftini

Kjakið um Suðuroyartunnilin

Landsstýrið latið Løgtinginum 27 uppskot í dag

Løgmaður tilnevnt nýggj landsstýrisfólk

Makrelstovnurin minkar skjótt

Skrøgg og fakta um útbúgvingar á Setrinum

Tilmæli um berarakanning og pinkubarnaskreening
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











