Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Æðrasoppar, Brimheim og Marianna Winter til The Great Escape!

Innanlands | 02/02-2023 17:28

Faroe Music Export boða frá, at Føroyar aftur fara at verða umboðaðar við fýra tónlistafólkum The Great Escape Festival i Bretlandi í mai.


Æðrasoppar, Brimheim og Marianna Winter til The Great Escape! – og eitt fjórða tónlistafólk kemur seinni
 
Faroe Music Export hava ta stóru gleði at boða frá, at Føroyar aftur fara at verða væl umboðaðar við heilum fýra tónlistafólkum á tí almennu skránni til The Great Escape Festival i 2023.
Marianna Winter, Brimheim og Æðrasoppar eru nú kunngjørd, og tað fjórða tónlistafólkið verður kunngjørt seinni.

The Great Escape Festival er ein tríggjar dagar long tónleikastevna, ið verður skipað í Brighton í Onglandi hvørt ár í mai. MAMA-festivalar skipa fyri henni, og her verður vístur nýggjur musikkur úr fleiri sjangrum.

Stevnan varð stovnað í 2006 og er vertur fyri einar 300 bólkar, býttir á 30 pallar um allan býin. 
Stevnan dregur tónleikavinnufólk úr øllum Europa og øðrum pørtum av heiminum til sín og hevur ferð eftir ferð víst seg at vera ein týðandi lopfjøl á yrkisleiðini hjá tónlistafólkum. Og ikki minst ein makaleysur møguleiki fyri at presentera seg fyri teimum størstu og týdningarmestu aktørunum, serliga í live-vinnuni. The Great Escape er kend fyri at vera ein showcasefestivalur, har aktørar kunnu finna nýggj talent, og fólk sleppa at uppliva tónleikarar á einum meiri inniligum leikpalli, áðrenn teir spæla á teimum stóru pallunum kring um í heiminum.
 
Millum tann stóra skaran av tónleikarum, ið hava spælt á The Great Escape tíðliga á yrkisleiðini, eru mæt nøvn sum Ed Sheeran, Adele, Sigrid, Aurora, Rag'n'bone Man, John Grant, Michael Kiwanuka, Charli XCX, Mø, Bastille, Christine & The Queens, Ben Howard, Bon Iver, Mumford & Sons, Laura Marling og mong onnur. Fyri ikki at gloyma: í 2022 settu Føroyar eitt stórt fótafar á festivalin og býin við fyri fyrstu ferð at hava heili fýra listafólk á tí almennu skránni.
 
Tað er okkum mikil fragd at boða frá, at vit endurtaka suksessina, og at tað aftur verða heilir fýra føroyskir artistar á pallinum á tí viðurkendu stevnuni í Brighton. Æðrasoppar, Brimheim og Marianna Winter eru nú kunngjørd, og tann fjórði verður væntandi kunngjørdur nú í februar.
 
Allir tónleikararnir fara at spæla í minsta lagi á tveimum almennum konsertum hvør á festivalinum.

Í samstarvi við G! Festivalin verður eisini skipað fyri einum dagtiltaki í føroyskum høpi. Her fara øll tey føroysku tónlistafólkini at spæla, og tiltakið er opið fyri umboðum úr tónleikavinnuni og almenninginum. Eisini henda konsertin er partur av tí almennu skránni. Í fjør varð hesin parturin rættiliga væl vitjaður, og afturmeldingarnar hava bara verið góðar.
 
Glenn Larsen, leder for FMX, sigur í viðmerking:
«Vit eru so sera fegin um aftur at hava fingið so nógv pláss á eini so týdningarmiklari stevnu sum The Great Escape. Tónleikararnir, ið spældu í fjør, hava allir upplivað fleiri positivar reaktiónir sum ringar í vatni við nýggjum avtalum og nýggjum sambondum og ikki minst fleiri útlendskar spæliavtalur. Vit kunnu av sonnum siga, at nógvir útlendingar í tónleikavinnuni løgdu merki til bæði Føroyar og teir føroysku tónleikararnar. Brimheim spældi sum kunnugt eisini í 2022, men er nú boðin aftur til The Great Escape fyri at spæla meiri profilerað spot/slot. Hjá Æðrasoppum og Mariannu Winter er hetta fyrsta stig út í Europa. Tey vórðu bæði bíløgd eftir, at bookingstjórin hjá The Great Escape hevði verið á G! Festival, ið var. Eg eri sannførdur um, at tey fara at nýta hetta høvið við báðum hondum.»
 
Umframt konsertirnar verður eisini ein víðfevnd ráðstevna við innlitsførum panelum, aktuellum orðaskifti, høvuðsrøðarum og netverksmøguleikum.
 
Meira um The Great Escape her: https://greatescapefestival.com/
Undanfarin hæddarpunkt á The Great Escape (tónleikarar og bólkar, ið hava spælt her fyrr): https://greatescapefestival.com/


Lagt út: Eivind Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi