Andakt
Páll Poulsen skrivar
Kristus keypti okkum leys undan banni lógarinnar, táið Hann varð bann fyri okkum – tí skrivað er: „Bannaður er hvør tann, ið hongur á træi“ – Gal.3.13
Harri okkara varð bannaður fyri okkum. Hann, sum onga synd hevði gjørt, í Hvørjum eingin synd var, Sum ikki kundi synda, bar okkara syndir á Sínum egna likami upp á træi. Hann leið guddómligan dóm og bann lógarinnar, har Hann hekk á krossinum fyri okkum. Men nú síggja vit Hann í trúnni í dýrdini, og vit kalla Hann signaðan, tí Hann hekk har á trænum og tók tað bannið fyri okkum. Haleluja! Hvør ein frelsari!.
Úrvalt - Páll Poulsen týddi úr enskum
Myrkur, kvøl og háð
herðum Harrans á,
Kristus gekk móti Golgata.
Bardur, sligin varð,
dømdur har av mær,
negldur til krossins træ.
Niðurlag: Krossfestur fyri meg,
mína synd tók á seg.
Øll mín skuld strikað varð,
eg loystur standi við hans kross.
2. Á, tann pína har,
Jesus Kristus bar,
niðurboygdur bar mítt bann.
Hvørja ónda gerð,
orð, sum særdu her,
krýndu títt andlitsbrá.
3. Dagsljós flýggja má,
jørðin skelvur, tá
Skaparin boygdi høvur sítt.
Tjaldið rivið varð,
deyðin sligin har,
„Fullgjørt“, hoyr sigursróp!
4. Á, mítt navn at sjá
Jesu sárum á,
við tínum plágum eru frí.
Deyðin deyður er,
lívið ævigt ber
við tíni kærleikskvøl.
*Keith Getty (Írl.) og Stuart Townend (Ongl.).
{Lag: Keith Getty og Stuart Townend}.
(Jógvan Zachariassen týddi).
Nr. 183 í NSGF 2o15
Mest lisið í farnu viku

Andakt
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv










Savnið




















Nýggjastu tíðindi











