Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Vinnarar á ÍtróttaFAGNAÐINUM 2022

Innanlands | 06/02-2023 10:14

ÍtróttaFAGNAÐurin var leygarkvøldið 04. februar í Norðurlandahúsið á fimta sinni.

Leygarkvøldið 04. februar var Norðurlandahúsið karmur um ÍtróttaFAGNAÐIN, sum ÍSF skipaði fyri á fimta sinni. Tey, ið vórðu tilnevnd og heiðrað, eru bæði úrmælingar innan sína ítróttargrein, og fólk, ið eru savnandi og mennandi fyri lokala ítróttarlívið.

Fimm heiðurslønir vórðu lætnar, umframt Heiðursskjal Poul E. Petersen.

ÍtróttaNAVNIÐ 2022 er Hákun West á Teigum, ið hevur havt eitt framúr kappingar ár, bæði á føroyska hondbóltslandsliðnum og við felagi sínum Skanderborg í bestu donsku deildini. Evnaríkið Hoyvíksingurin hevur eisini nýliga, skriva undir sáttmála við eitt av teimum bestu liðunum í Týsklandi

Hini tilnevndu vóru Knút Lutzen og Kvinnuliðið hjá H71.

STJØRNUSKOTIÐ 2022 gjørdist Óli Mittún – hann vann greipuna fyri H71, spældi sínar fyrstu A-landsdystir og umboðaði Føroyar í bæði U18 og U20 EM-endaspølum.

Óli var kosin besti spælarin í U18 EM kappingini, og harafturat kom skrivaði hann undir sáttmála við svenska stórfelagið Savehof

Hini tilnevndu vóru Jónas Gunnleivsson Isaksen og Ragnheiður Ólafsdóttir Dam

FYRIMYNDIN 2022 er Jógvan K. Glerfoss í Bragdinum - hann brúkar sera stóran part av síni frítíð til ítróttin og venjingar, eins og hann setur seg inn í servenjingar av ymsum slag. Hann leggur serliga nógva orku í tey ungu, sum við honum sum venjara røkka úrslitum, sum kunnu metast við tey í grannalondum okkara.

Saman við Jógvani vóru Róland Toftum og Hanna Erlingsdóttir Olsen, tilnevnd.

ÍtróttaÁTAKIÐ 2022 er Special Olympics fótbóltsliðið hjá HB.
Hvørja viku er skipað venjing fyri vaksin við menningartarni í HB. Talan er um átak, sum styrkir og víðkar felagsskapin, soleiðis at vaksin við menningartarni eisini eruvirkin partur av fótbóltsfamiljuni.

Í oktober vóru dreingirnir í smálandakapping í Liktinstein, og vunnu teir B-bólkin.

Í uppskoti til besta ítróttaátak vóru eisini “Heldur eitt ringhorn enn eitt gøtuhorn” hjá Tórshavn Boksing og Felagsliði hjá fimleikafelagnum Støkk.

ÍtróttaFELAGSSKAPURIN 2022 er Fótbóltsfelagið Víkingur – felagið hevur seinastu árini sett sær stór mál og satsað uppá egið tilfeingi. Eisini er stórur dentur lagdur á breiddina, har felagsskapurin verður dyrkaður. Hetta hevur við sær, at Víkingur er tað felagið, sum hevur flestar spælarar skrásettar samanborið við fólkatalið.

Í uppskoti til ÍtróttaFELAGSSKAPIN 2022 vóru eisini H71 og Royn.

Heiðursskjal Poul E. Petersen varð latið Hansinu á Plógv fyri sítt ótroyttiliga, sjálvbodna arbeiði fyri róðrarfelagið í Sandavági. 

Í grundgevingini stóð m.a at Hansina hevur mong ár á baki í róðrardeildini í Sandavági. Bæði sum róðrarfólk, venjari, nevndarfólk og seinastu 35 árini sum forkvinna. 

Og hóast hon er vorðin 70 ár, so er hon enn virkin í felagnum. So seint sum síðsta summar sat hon sum róðurskvinna á fleiri stevnum. 

Ungdómsítróttur í smærri bygdunum kann vera trupul, tí tey ungu mangan leita sær av bygdini millum annað í lestrarørindum. Men Hansina hevur altíð lagt nógva orku í at gera róðrarumstøðurnar góðar sum møguligt, soleiðis at tey ungu framhaldandi tíma og vilja rógvingina. 

Hon hevur verið við til at bygt neystið, og so hevur hon lagt nógva orku í at manna barnaróðrarbátarnar og framhaldandi stimbra og menna rógvararnar. 

Endamálið við at lata heiðursskjal Poul E. Petersen er at heiðra eldsálir í føroyskum ítrótti, og fyri heiðurin fekk Hansina á Plógv gullnál ÍSF.

Allir vinnararnir fingu steyp, skreytblað og blómur. Hartil fingu tey, sum vunnu ÁTAKIÐ og

FELAGSSKAPIN 15.000 kr í part.

NAVNIÐ, STJØRNUSKOTIÐ og FYRIMYNDIN fingu 5.000 kr í part.

Høvuðsstuðar hjá ÍtrottaFAGNAÐINUM vóru:

Poul Hansen, Tórshavnar Kommuna, Varðin Pelagic, Smyril Line, SMS og Atlantic Airways.


Lagt út: Eivind Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi