Harður jarðsjálvti í Turkalandi og Sýria
Nógv fólk eru deyð og tað er kalt og kavi í økinum og fleiri noyðast at sova úti í nátt
Í markinum millum Turkaland og Sýria var jarðsjálvti og fleiri eftirsjálvtar í dag. Hesin jarðsjálvti var tann harðasti í 100 ár. Tað eru javnan jarðsjálvtar í Turkalandi. Tað er eisini vanligt at teir eru so mikið harðir at teir kosta mannalív.
Metingarnar yvir skaðar eru øktar í allan dag. Byrja var við nøkrum 100. Nú siga mynduleikarnir at tað nærkast 3.000. Tað tykist sum flest allar upplýsingar eru úr Turkalandi, meðan tað er meira avmarka við upplýsingum úr Sýria. Men úr Sýria verður upplýst at nógvir bygningar hava fingið stóran skaða og nógv fólk eru deyð.
Bygningar eru ikki bygdir til at tola jarðsjálvtar. Tí rapa nógvir bygningar tá jarðsjálvti er. Tað er hávetur og eisini í jarðsjálvtaøkinum merkist hetta. Tað er kavi og kalt nógvastaðni. Rokna verður við at fleiri noyðast at sova úti í nátt, hóast tað er rættuliga kalt.
Video vísur, tá ein bygningur rapar og vit síggja bilar koyra fram við í sístu løtu.
Mest lisið í farnu viku

Áheitan frá Føroya Skipara-& Navigatørfelag til mynduleikan
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv










Savnið




















Nýggjastu tíðindi











