Framløga um avrigging av oljupallum
Í nógv ár hevur verið tosa um at inntøka kann fáast burtur úr at taka gamlar oljupallar sundur. Nú er ein frágeiðing gjørd um hetta
Framløga fyri limir í Sjóvinnufelagnum um avrigging
Sjóvinnufelagið tók í 2021 stig til at biðja Foib gera eina kanning fyri Sjóvinnufelagið, hvørt tað loysir seg at fara í holt við avrigging av gamlari oljuútgerð sum t.d. rørleiðingum, oljupallum og øðrum oljuútbúnaði, ið hevur tænt fyri seg, í Føroyum.
Kanningin er nú liðug.
Stjórin í Foib, Jan Muller, og umboðsmaðurin hjá Foib í Bretlandi, Louis Wilson, fara í hesum sambandi at leggja niðursøðurnar av kanningini fram fyri limirnar í Sjóvinnufelagnum.
Framløgan er fyri limir og verður fríggjdagin 17. februar 2023, kl. 15-16:30, í Vinnuhúsinum á Óðinshædd í Havn.
Ivaleyst verður okkurt at frætta hjá almenninginum aftaná
Mest lisið í farnu viku

Áheitan frá Føroya Skipara-& Navigatørfelag til mynduleikan
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv










Savnið




















Nýggjastu tíðindi











