Bjørn Kunoy í havrættardómstólinum
Bjørn Kunoy varð boðin at røða um landgrunskrøv, t.e. hví og hvussu landgrunskrøv verða sett, og løgfrøðiligar avbjóðingar í tí sambandi.
Bjørn í altjóða havrættardómstólinum í Hamburg
Bjørn Kunoy, professari í altjóða lóg á Fróðskaparsetri Føroya, hevur í morgun havt fyrilestur fyri granskarum, ið eru knýttir at altjóða havrættardómstólinum í Hamburg
Japanska stjórnin fíggjar eina verkætlan, har granskarar úr ymsum londum kunnu verða knýttir at altjóða havrættardómstólinum í Hamburg í eitt níggju mánaðar tíðarskeið. Umframt at fáa gagn av granskingarumhvørvinum, verða altjóða viðurkendir serfrøðingar eisini bodnir til dómstólin at røða um ávís havrættarlig evni við tí endamáli at stimbra um vitanargrundarlagið hjá granskarunum.
Bjørn Kunoy varð í hesum sambandi boðin at røða um landgrunskrøv, t.e. hví og hvussu landgrunskrøv verða sett, og hvørjar løgfrøðiligar avbjóðingar kunnu koma fyri í tí sambandi.
Havrættardómstólurin er ein altjóða dómstólur við 21 dómarum og hevur løgdømi í sambandi við allar trætur, ið viðvíkja viðurskiftum í havrættarsáttmálanum hjá ST.
Mest lisið í farnu viku

Áheitan frá Føroya Skipara-& Navigatørfelag til mynduleikan
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv










Savnið




















Nýggjastu tíðindi











