Rockwool verður verðandi í Russlandi
Stóra danska fyritøkan Rockwool, sum framleiður isolering, sigur í dag í ársroknskapinum, at tey hava avgjørt at verða verðandi í Russlandi
Rockwool upplýsur í dag, at teir hava avgjørt at halda áfram við aktivitetunum í Russlandi. Teir siga, at tað er tað minst ringa av øllum. Víst verður á, at rýma teir, so endar tað teir eiga sum statsogn. Tað eru ikki bara framleiðsutól og bygningar. Tað er eisini nógv ymisk vitan.
Sølan hjá Rockwool í Russlandi seinasta ár var 29 milliardir. Tað verður upplýst at tað svarar til 23% meira enn í 2021 í lokalum gjaldoyra.
Vit hava fyri fáum døgum síðan hoyrt, at Carlsberg hevði næstan 2 milliardir í avlopi av at selja øl í Russlandi og at teir framvegis eru aktivir, tó at teir fyrr hava fráboða at teir ætla at gevast.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











