Helst áttu vit at havt eitt fátakramark
Nú politikarar viðgerða fíggjarlóg og neyðhjálp til útlond hoyrist ongin nevna neyðhjálp og tørv á klettunum
Í OECD brúka tey ofta 60% av medianinntøkuni, sum fátakramark. Vit brúka 60% av medianinntøkuni tí at hagstovan valdi at brúka tað. Men vit hava ongantíð gjørt nakra meting av hvat rætta talið er.
Í Íslandi hava tey pensjónsskipan, har tey gjalda pensjón, soleiðis at hon er hægri enn ásetta fátakramarkið.
Í Føroyum roknar almannastovan veitingar eftir hvat almannastovan metir fólk tørva. Tað verður sjálvandi gjørt eftir sakligum metingum. Men tað er almannastovan sum ger metingina og hevur játtanina um hendi, sum í prinsippinum er skeivt. Onkur landsstýrismaður/samgonga justerar av og á gjøld, mest sum valagn og minst eftir tørvi hjá móttakara.
Fólk gjalda til egna pensjón, men vit hoyra ongantíð hvat tey fara at fáa útgoldið. 15% av lønini í 42 ár er uml. 7 ára løn og fólk eru í miðal minst 14 ár pensjonistar. Avkasti ella rentan av pensjónsuppsparingini er sera vánalig og tí má roknast við at útgjaldi neyvan verður frægari enn fólkapensjón. Havast skal í huga at álit um langtíðar haldføri rokna við at mótrokna fólkapensjónina við tí fólk fáa í egnari pensjón.
Tal av leiguíbúðum økist. Tí verða tað færri og færri sum fara at eiga egin hús og tí noyðast tey at gjalda leigu av pensjónini. Tað verða tí nógvir pensjonistar, sum ikki hava pengar til mat, leigu, el &hita.
Ein trupulleiki er, at tey sum mynda alt kjak um samfelagið eru fólk sum tjena báðu megin 40.000 hvønn mána. Tey kunnu ikki roknast at skilja trupulleikan hjá teimum sum hava tað fyrr kallaðist vanlig inntøka.
Okkurt sum líkist fátakramarki, útrokna eftir tørvi og teimum prísum, sum eru á tí vit meina eru neyðugar útreiðslur hevði tí lætt væl um. Um øll ella fá skulu liva av almennari veiting er ein annar spurningur, sum kann ávirkast við øðrum tiltøkum.
Ein slík útrokning hevði eisini gjørt at allir faktorar vóru almennir og tí hevði verið møguligt at hjálpt teimum sum tørva mest. Tað bar ikki til seinasta ár, ti at stórur partur av lættum vísti seg at enda hjá teimum sum høvdu nóg mikið. Ein slík útrokning kann eisini brúkast til at ávirka samfelagið, soleiðis at fleiri verða lyft upp í inntøku og tí ikki tørva almennar veitingar.
Tað eru bara politisk lyftir og politikarar, sum hava fyrimun av at ongin veit og tí ber til at siga meira enn gott er.
Mest lisið í farnu viku

Áheitan frá Føroya Skipara-& Navigatørfelag til mynduleikan
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv










Savnið




















Nýggjastu tíðindi











