Bakkafrost 1.344 mió. avlop aftaná skatt í 2022
Høgir laksaprísir og góð lívfrøðilig gongd í alingini í Føroyum førdu til gott úrslit hjá Bakkafrost í 2022. Landskassin fær 740 milliónir.
Høgir laksaprísir og góð lívfrøðilig gongd í alingini í Føroyum førdu til gott úrslit hjá Bakkafrost í 2022
Samlaða sølan og rakstrarúrslitið í 2022 vóru metstór hjá Bakkafrost. 7.130 milliónir krónur gjørdist samlaða sølan og rakstrarúrslitið fyri árið var 1.705 milliónir krónur. Íalt fella 740 milliónir krónur til landskassan.
Rakstrarúrslitið hjá Bakkafrost samtakinum fyri fjórða ársfjórðing 2022 var 376 milliónir krónur, og eftir skatt og virðisreguleringar var úrslitið eitt hall uppá 154 milliónir krónur.
Í viðmerking sigur Regin Jacobsen, stjóri:
“Samanumtikið eru vit nøgd við úrslitið í Føroyum í hesum ársfjórðinginum. Marknaðurin var merktur av lægri tøku og harvið lágum útboði. Harafturat hevur lívfrøðiliga gongdin í alingini í Føroyum verið góð. Lúsatølini hava verið metlág og fellið søguliga lágt. Smoltframleiðslan tekur seg eisini fram, nú útbyggingin av smoltstøðunum á Norðtoftum og á Glyvradali líður væl.
Um ársskiftið kom nýggi brunnbáturin hjá okkum, Bakkafossur, til Føroya. Bakkafossur er ikki bara millum størstu brunnbátar, men eisini ein tann mest framkomni. Hetta gevur okkum heilt nýggjar førleikar til millum annað viðgerð ímóti táknusjúkum og laksalús. Harafturat er Bakkafossur ein týðandi liður í at gera okkum klár til aling á opnum havi, sum vit søktu um loyvi til í 2020.
Lívfrøðin í Skotlandi er sera avbjóðandi, men vit meta okkum nú munandi betur brynjað, til at handfara tær avbjóðingar sum eru. Vit hava vónir um, at góðu amboðini fara at gera mun og minka um váðarnar framyvir.
Í seinnu helvt av fjórða ársfjórðingi minkaði fellið í Skotlandi munandi og fiskurin bleiv sum heild nógv betur fyri. Jaliga lívfrøðiliga gongdin gjørdi, at vit valdu at lata fiskin vaksa seg stóran yvirum ársskiftið, heldur enn at taka hann við lægri miðalvekt. Tískil hækkaði miðal tøkuvektin serliga í januar, tá vit tóku størri fisk í Skotlandi enn nakrantíð áður.
Gongdin við at sameina virksemið í Skotlandi og Føroyum heldur á og vit leggja stóran dent á vitanardeiling. Serligan dent leggja vit á vitanardeiling um aling av stórum smolti, har Føroyar eru nógv ár frammanfyri. Nú fegnast vit um, at stóra fjórða útbyggingarstigið á Applecross smoltstøðini í Skotlandi er byrjað at framleiða stór smolt. Hesi fyrstu stóru smoltini verða eftir ætlan sett á sjógv í juni.
Heimsbúskapurin hevur ikki í nýggjari tíð verið so ótryggur, sum vit síggja hann í løtuni. Hvussu stóru prís- og rentuhækkingarnar fara at ávirka eftirspurningin eftir okkara vørum, er trupult at meta um. Kostnaðarstøðið hjá vinnuni er hækkað munandi – og heldur fram at hækka. Tískil er sera umráðandi hjá okkum at vera ansin, og minka um útreiðslurnar, so vit kunnu tryggja framhaldandi kappingarføri. Tað er ikki bert alheims laksavinnuna vit kappast við, men í líka stóran mun aðrar vinnur, so sum høsnarunga, svína- og neytakjøtsvinnuna. Tískil er avgerandi, at halda eitt vakið eyga við gongdini og kappingartrýstinum frá hesum vinnum eisini.
Taka vit samanum árið 2022, so gevur virksemið hjá Bakkafrost umleið 740 mDDK til landskassan í beinleiðis inntøku í partafelagsskatti, tøkugjaldi og vinningsbýtisskatti. Sambært 6,2 milliarda stóru íløguætlan okkara, verður tøkan hjá okkum 50% hægri í 2026, enn hon er í dag.”
Samlaða tøkan í fjórða ársfjórðingi fyri aligeiran í Føroyum og Skotlandi var 24.500 tons í kruvdari vekt. Harav vórðu 19.300 tons tikin í Føroyum, í mun til 20.700 tons sama ársfjórðing í fjør. Í Skotlandi vórðu 5.200 tons í kruvdari vekt tikin, í mun til 5.100 tons sama ársfjórðing í fjør. Samlaða tøkan í 2022 var 90.600 tons í kruvdari vekt, í mun til 96.900 tons í 2021. Harav vórðu 66.700 tons í kruvdari vekt tikin í Føroyum, í mun til 67.200 tons í 2021, og 23.900 tons vórðu tikin í Skotlandi í 2022, í mun til 29.700 tons í 2021.
Tilsamans vórðu 8,5 milliónir smolt sett út í fjórða ársfjórðingi. 5,0 milliónir smolt vórðu sett út í Føroyum í hesum ársfjórðingi, í mun til 5,1 milliónir smolt sama tíðarskeið í fjør. Í Skotlandi vórðu 3,5 milliónir smolt sett út í fjórða ársfjórðingi, í mun til 4,2 milliónir smolt sama ársfjórðing í fjør. Tilsamans eru 25,4 milliónir smolt sett út í 2022, í mun til 25,5 milliónir smolt í 2021. 14,4 milliónir smolt vórðu sett út í Føroyum og 11,0 milliónir í Skotlandi.
Aligeirin í Føroyum og liðugvøruframleiðslan høvdu tilsamans eitt rakstrarúrslit á 467 milliónir krónur fyri fjórða ársfjórðing í ár, í mun til 310 milliónir krónur sama ársfjórðing í fjør.
Aligeirin í Føroyum hevði eitt rakstrarúrslit á 380 milliónir krónur fyri fjórða ársfjórðing í ár, samanborið við 282 milliónir krónur fyri fjórða ársfjórðing í fjør. Aligeirin í Skotlandi hevði eitt rakstrarhall á 149 milliónir krónur fyri fjórða ársfjórðing í ár, í mun til eitt rakstrarhall á 214 milliónir krónur fjórða ársfjórðing í fjør.
Liðugvøruframleiðslan gav eitt rakstrarúrslit á 86 milliónir krónur fyri fjórða ársfjórðing í ár, í mun til eitt rakstrarúrslit á 28 milliónir krónur sama ársfjórðing í fjør.
Rakstrarúrslitið, EBITDA, av framleiðsluni av fiskamjøli, lýsi og fóðri á Havsbrún í fjórða ársfjórðingi í ár var 110 milliónir krónur, samanborið við 89 milliónir krónur fjórða ársfjórðing í fjør.
Nettoskuldin hjá Bakkafrost var 2.664 milliónir krónur við endan á fjórða ársfjórðingi í ár, í mun til 2.126 milliónir krónur við árslok í fjør. Bakkafrost hevði 2.542 milliónir krónur í ótroyttum kredittum við endan av fjórða ársfjórðingi í ár, og solvensurin var 62%.
Á ársaðalfundinum, sum verður fríggjadagin 28. apríl 2023, fer nevndin at skjóta upp, at 10,00 krónur verða goldnar út í vinningsbýti fyri hvørt partabrævið.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











