Andakt
Páll Poulsen skrivar
Men Gud, sum ríkur er í miskunn, hevur, fyri mikla kærleika Síns skuld, sum Hann elskaði okkum við. Ef.2.4
Hetta loyndarmál er stórt – tað er Kristus og samkomuna, eg hugsi um við hesum. Ef.5.32
Her eru tvinni “mikil/stór” í Efesusbrævinum. Tað fyrra er hvussu stórur kærleiki Guds er, sum Hann hevur elskað okkum við. Og hitt seinna er stórleikin í Guds ævigu sameining við okkum.. Hvussu stórur er kærleiki Faðirsins til okkara? Hygg á Golgata!!! Elskað av Faðirinum og fastknýtt at Syni Hansara – hvør ein stórur kærleiki og hvør eitt stórt loyndarmál!
Úrvalt - Páll Poulsen týddi úr enskum
Guds kærleiki er størri, hægri,
enn pennur, tunga tulka kann.
Sjálvt hægsta stjørna gongur lægri,
og heilt til heljar røkkur hann.
Hin falna mann
hann aftur vann
Guds sonar blóði við;
tað barn, sum gleið
á syndaleið,
hann reisti og gav frið.
Niðurlag: Guds kærleiki, so ríkur, skærur!
Ei ævin verður ov long
Guds kærleika, sum ævigt varir,
at bera fagnaðarsong!
2. Tá alt er svunnið – sól til viða
er farin sína síðstu ferð,
og tann, sum her ei vildi biðja,
til fjøll og heyggjar, neyðróp ber,
tá varir við
Guds kærleiki,
ómetandi í hædd.
Hin droyralind
burt tekur synd
og gleðir mansbørn rædd.
3. Varð broytt til blekk hvørt hav á foldum
og loftið alt til pergament,
til penn hvørt strá, ið vaks úr moldum,
og skrivikynstur øllum kent,
Guds kærleika
at siga frá
uppturkaði hvørt hav;
frá brún til brún
ei nóg nógv rúm
alt himmalhválvið gav!
*Frederick M. Lehman (Amer.), 1868–1953.
{Lag: F.M. Lehman}.
(P.W. Háberg týddi).
Nr 11 í NSGF 2015
Mest lisið í farnu viku

Áheitan frá Føroya Skipara-& Navigatørfelag til mynduleikan
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv










Savnið




















Nýggjastu tíðindi











