Andakt
Páll Poulsen skrivar
Henda vísdóm hevur eingin av harrunum í hesum heimi kent; tí kendu teir hann, høvdu teir ikki krossfest Harra dýrdarinnar. 1.Kor.2.8
Høvdingarnir í hesum heim, leiddir av Satani, vóru ikki greiðir yvir, at við at krossfesta ein timburmann úr Galilea, vóru teir talvfinnur í stóru endurloysingarætlanini. Avrættingin, ið teir høvdu ábyrgdina av, fór at føra til uppreisn og himmalferð Frelsara okkara. Lítið vistu fíggindar Kristusar, at teirra gerðir fóru at uppfylla krøv Faðirsins og geva Harra dýrdarinnar rættindi at kunna siga: “Tí Eg livi, og tit skulu liva.” Jóhs.14.19
Úrvalt - Páll Poulsen týddi úr enskum
Særdur fyri meg, særdur fyri meg,
negldur á krossin og særdur fyri meg.
Burtur er syndin, og fríur varð eg,
einans tí Jesus varð særdur fyri meg.
2. Doyði fyri meg, doyði fyri meg,
Jesus á krossinum doyði fyri meg.
Bar syndabyrðina, loystur varð eg,
einans tí Jesus leið deyðan fyri meg.
3. Reis fyri meg, reis fyri meg,
Jesus úr grøvini reis fyri meg.
Frá deyðabroddinum frígjørdur eg,
einans tí Jesus reis upp fyri meg.
4. Livir fyri meg, livir fyri meg,
livir í Himli til besta fyri meg.
Leiðir, varðveitir meg á sínum veg,
einans tí Jesus nú livir fyri meg.
5. Tekur meg heim, tekur meg heim,
kemur skjótt aftur og tekur meg heim.
Á, hvør ein gleði hans ásjón at sjá,
hann tá í ævir mín lovsong skal fá.
*W.G. Ovens (Amer.), 1870–1945, (1. vers).
*Gladys Westcott Roberts (Amer.), f. 1888, (versini 2–5).
{Lag: W.G. Owens}.
(Brynleif Hansen týddi).
Nr 180 í NSGF 2015
Mest lisið í farnu viku

Andakt

Meginfelag Útróðrarmanna havt limafund
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv










Savnið




















Nýggjastu tíðindi











