Góðan kvinnudag
Nýggja landsstýrið hevur sett sær fyri at raðfesta javnstøðu. Lógin skal dagførast, landsins leiðsla skal ganga undan og rætturin til somu løn fyri sama arbeiði skal viðgerast. Eisini verður nýggj harðskapsverkætlan gjørd.
Í dag, 8. mars, hátíðarhalda vit altjóða kvinnudagin. Tað er dagurin, tá ið vit minnast og takka fyri tað stríð og tey megnar tøk, sum kvinnur undan okkum hava tikið. Takk fyri tað!
Tað er eisini dagurin, tá ið vit gera vart við tey tøk, sum enn eru eftir at taka. Og hesi eru fleiri. Tí nýta vit eisini dagin at eggja ungum kvinnum og monnum, at halda fram at krevja og vísa á teir skeivleikar og ójavnbjóðis møguleikar, krøv og skyldur, sum verða áløgd okkum orsakað av okkara kyni.
Lønarójavni, rætturin til barnsburðarfarloyvi, pensjónsójavni, fíggjarligt frælsi, niðursett arbeiðstíð, harðskapur, ójavni í leiðslu, og kynbýtti arbeiðsmarknaðurin vatnrætt og loddrætt, eru nøkur av mongum evnunum, ið eru viðkomandi at viðgera javnstøðupolitiskt.
Nýggja landsstýrið hevur sett sær fyri at raðfesta javnstøðu. Lógin skal dagførast, landsins leiðsla skal ganga undan og rætturin til somu løn fyri sama arbeiði skal viðgerast. Eisini verður nýggj harðskapsverkætlan gjørd.
Javnstøðuarbeiðið krevur støðuga viðgerð og dagføringar
Eins og við øllum øðrum politiskum viðurskiftum, so krevur javnstøða støðuga viðgerð og dagføringar. Í løtuni eru vit í New York á kvinnurættindaráðstevnu hjá ST saman við heimsins javnstøðuleiðarum, serfrøðingum, sivilsamfelagnum og NGO felagsskapum.
Øll við hvør sínum lykli til at kunna gera okkara til at tryggja eitt so trygt og javnbjóðis samfelag, sum til ber. Avbjóðingarnar eru nógvar, men serfrøðin er stór. Vit hava vitanina um hvat skal til. Afturat hesum krevst vilji at broyta og ganga undan. Og at halda á hóast mótstøðu.
Tøkniliga menningin hevur nýggjar møguleikar við sær á javnstøðuøkinum, men eisini avbjóðingar. Hetta er høvuðsevnið á skrá á ársins kvinnurættindaráðstevnu. Tað hevur stóran týdning at vit fylgja við í tí rákinum, og at vit skilja hesi viðurskifti, tá vit gera politikkir og ætlanir. Tí hava vit lurtað væl.
Nógv virksemi er á skrá, og saman við hinum norðurlendsku ráðfrúunum og -harrunum hava vit víst á, hvussu vit arbeiða. Her er bæði nakað at geva og at læra. Hetta fari eg at brúka, tá eg fari at skipa eina ætlan fyri javnstøðuarbeiðið frameftir við ítøkiligum málum at arbeiða við.
Javnstøða hevur stóran týdning fyri búskapin, vælferð og samfelagsskipanir okkara annars. Tí er hetta eitt mál, sum hevur politiska raðfesting. Eitt samfelag við javnbjóðis møguleikum, skyldum og rættindum er ikki bara tað rætta at stremba eftir, tað er eisini tað neyðuga.
Góðan altjóða kvinnudag enn einaferð øll somul.
Myndatekstur
Mynd tikin eftir norðurlendska pallborðið mánadagin 6. mars 2023. Á myndini eru:
Gry Haugsbakken, statsskrivari í mentanar- og javnstøðumálaráðnum, Noreg
Paulina Brandberg, javnstøðu- og varaarbeiðsmálaráðfrúa, Svøríki
Katrín Jakobsdóttir, forsætismálaráðfrúa, Ísland
Karen Ellemann, aðalskrivari í norðurlendska ráðharraráðnum
Naaja H. Nathanielsen, fíggjar- og javnstøðumálaráðfrúa, Grønland
Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum, Føroyar
Marie Bjerre, talgilding- og javnstøðumálaráðfrúa, Danmark
Thomas Blomqvist, ráðharri fyri norðurlendskt samstarv og javnstøðu, Finnland
Mest lisið í farnu viku
Al-Qaeda hevur yvirtikið Sýria
Andakt
Áron – Nýggj bók frá Leirkerinum
Búskaparkreppa í Europa
Býtið av bókasavnsgjaldinum verður endurskoðað
Franska stjórnin fallin
Helst hevði Terji á Lakjuni rætt
Kommunuvali í Oyndafirði og býráðssamtyktin 28 november
Lægsta treystitalið síðan 2009
Nýggja skipið hjá Framherja
Sandoyggin er ein oyggj við potentiali
Takk fyri, Jenny Christina Petersen
Virksemið hjá politinum í tølum
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur