Andakt
Páll Poulsen skrivar
Nú tók Pilatus Jesus og læt Hann húðfleingja. Jóhs.19.1
At húðfleingja er ein ómetaliga ræðuligur máti at pína. Armarnir á ofrinum eru bundnar í loft við likaminum boygt framyvir og bert bak yvir beltið. Ein koyril, gjørdur av leðri við metalli og skørpum lutum vovnum inn í hann, varð brúktur at sláa fleiri ferðir. Hvør fleingja skræddi kjøt av beinunum. Einans teir, ið høvdu av sterkastu likamum, vóru førir fyri at yvirliva. Tað er sagt um Jesus, at ryggur Hansara var sum ein pløgd mark, Sálm.129.3. Hví vildi Hann líða hetta hetta? Tí Sonur Guds elskaði meg og doyði fyri meg!
Úrvalt - Páll Poulsen týddi úr enskum
Niðan á heyggin, Golgata mót,
gekk Harrin Jesus fót fyri fót,
fótafet tunglig, ei undur í,
bar várar syndir, vit eru frí.
Niðurlag: Loysnari dýri, Frelsari kæri,
á heygnum eyga mítt hóma kann teg,
bløðandi, bardur, sligin og særdur,
av sorg úttærdur, doyr fyri meg.
2. Tilgev teim, Faðir, eymt biður hann,
alt meðan blóðið frá honum rann,
bað fyri teimum, sum drupu hann –
hvør uttan Jesus elska so kann?
3. Nú eg teg elski, Frelsari mín,
vil altíð syngja lovsong til tín,
lágmæltur tíðum, heima skal tó
runga eitt samfelt fagnaðarljóð.
*Avis B. Christiansen (Amer.), 1895–1985.
{Lag: Harry Dixon Loes (Amer.), 1892–1965}.
(Líggjas á Váli týddi).
Nr 146 í NSGF 2015
Mest lisið í farnu viku

Andakt

Meginfelag Útróðrarmanna havt limafund
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv










Savnið




















Nýggjastu tíðindi











