Áheitan frá Føroya Skipara-& Navigatørfelag til mynduleikan
Uppskot til Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um veiðigjøld fyri fiskiskap
Áheitan frá Føroya Skipara-& Navigatørfelag til polittiska mynduleikan.
Set í gildið somu løgtingslóg sum bleiv sett í gildið tann 15. apríl 2016. við smávegis broytingum.
Løgtingslóg nr 30 2016. Løgtingslóg um serstakar treytir fyri fiskiskap eftir makreli, norðhavssild og svartkjafti og botnfiski í Barentshavinum.
Og tað er serligani §7. stk 2 sum er so ljóandi:
Gjaldið fyri kvotur keyptar á uppboðssølu, kann ikki dragast frá søluvirðinum av veiðuni, tá hýrur verða gjørdar upp og goldnar manningini.
Hetta kundi verði soljóðandi: Øll almen ásett veiðu avgjøld og gjaldið fyri kvotur keyptar á uppboðssølu, kunnu ikki dragast frá søluvirðinum av veiðuni, tá hýrur verða gjørdar upp og goldnar manningini.
Tann 13. septembur 2022 bleiv dómur feldur í Eystara Landsrætti, har Fiskimálaráðið fekk viðhald í at Fiskimálaráðið hevði loyvi at seta lóg í gildi sum nevnt omanfyri.
Nú fyriliggur eitt ítøkuligt uppskot til hoyringar:
Uppskot til Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um veiðigjøld fyri fiskiskap (Veiðigjaldslógin) (dagføring av gjøldum, veiðigjald fyri lodnu og heystgýtandi sild og strikan av undantaki fyri heimaflotan)
Føroya Skipara-& Navigatørfelag hevur fingið ætlaða uppskotið til hoyringar og hetta fer FSN at gerða viðmerkingar til
.
Sum talvan vísir, so er talan um stórar broytingar í veiðugjøldum, har verðandi gjøld hækka munandi, og nýggj gjøld koma inn, so sum fyri Lodnu, heystgýtandi Sild og heimaflotan.
Tað er eingin loyna, at hesi gjøld koma at hava stóra ávirkan á lønirnar hjá okkara fiskimonnum, tí hesin parturin við veiðuavgjøldum liggur sum nú er inni í sáttmálanum sum ein loyvdur frádráttur.
Hetta er upprunaliga ein gomul áseting frá 80 inum tá skip fiskaðu rækjur í Canada, og manglaðu nøkur tons í last so bleiv ein semja gjørd um at keypa írestandi kvotur í felag.
Men sannroynd er at henda áseting hevur fylgt/forfylgt manningunum til dagin ídag, Fá høvdu væntað at ein uppboðssøla fór at koma í hesari øldini og eru viðurskiftini broytt munandi síðan í 80 inum.
Um undantøkini fyri heimaflotan verða strikaði so vænta vit at trupuleikin gerst nógv størri enn hann er í dag við at manna heimaflotan, fiskiskaprin hevur ikki verði naka at reypa av, um so prísirnir hava verði nøkulunda til tíðir.
FSN er á tí áskoðan. Skalt tú valda, ja so má tú gjalda
Vinarligast
Annfinnur Garðalíð
Mest lisið í farnu viku
Andakt
Broytingar í bókasøvnum kring landið
Eldur í norskum trolara
Fara undir Tjørnuvíkartunnilin næsta ár
Fleiri serlæknar
Føroyingar trívast, men ungar kvinnur víkja frá
Hesi fimm økini eiga at fylla nógv í kommunuvalstríðnum
Hetta kunnu foreldur gera fyri at fyribyrgja, at børn koma illa fyri á netinum
IRF og KOB í eina felags skipan
John Bull
Laksaprísurin lágur, men hækkingar í væntu
Makrelkvotan minkar 22% í 2025
Nýggj ferja til Kalsoyarleiðina
Nýtt Brekumboð
Toskakvotan á Flemish Kap hækkar 202 tons
Undirskot á fíggjarlógini verður 83 milliónir
Uttan hoyringar vikna rættindi og almenn fíggjarstýring
Váðameting gerast fyri Føroyar
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur