ES økir innflutningin av Russiskum fiski meira enn 50%
Tøl úr ES databasu vísa, at ES influtti munandi meira fisk, bæði í nøgd og í pengum, úr Russlandi í 2022 enn í 2021
Vit hoyra mest um at vit skulu gevast at selja fisk til Russlands. Tíðindi um at vit í vesturheiminum framhaldani keypa nógv úr Russlandi krógva okkara fjølmiðlar fyri okkum. Somuleiðis fáa vit tað uppfatan at spurningar á danatingi eru framleiddir til at vísa ávísar niðurstøður.
Fiskur er matvøra og bæði ST aðalskrivarin og Presidenturin í USA hava tíðiliga víst á, at hesar ikki skulu boykottast.
Hóast hetta, fáa vit at vita frá Danmark og okkara umboðum á Danatingi, at vit eiga at steðga fiskivinnusamstarvinum við Russland.
ES økti innflutningin av russiskum fiski úr góðum 700 mió. EUR upp í 990 mió. EUR. Innflutningurin vaks bæði í nøgd og í virði.
Í nøgd vóru umleið 50% er hvítur fiskur sum toskur. Umleið 40% er pollock, sum líkist upsa.
Nøgdin í innflutningi øktist meira enn 20%
Í onkrum miðli verða russar endurgivnir fyri at rokna við at teir verða heimsins stórsti framleiðari av toski í 2023. Tað sæst eisini, at teir endurnýggja flotan, men tað eru seinkingar orsaka av boykotti og at byggikostnaðurin økist.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











