Berkan heldur fram hjá STÍF
StÍF og Berkan Otman hava gjørt avtalu um samstarv komandi ár. Berkan er høvuðsvenjari hjá besta mansliðnum, og hevur høvuðsábyrgd fyri øllum dreingjaliðunum,
StÍF og Berkan Otman hava gjørt avtalu um at halda fram við samstarvinum komandi kappingarár. Berkan hevur seinasta kappingarár verið høvuðsvenjari hjá besta mansliðnum, og hevur hann eisini havt høvuðsábyrgd fyri øllum dreingjaliðunum, og tað er hetta samstarvið, sum heldur fram.
Ein av uppgávunum hjá honum er at menna og geva íblástur til hjáparvenjarar í øllum aldursbólkunum.
Samstarvið millum StÍF hevur verið gott og gevandi. Berkan hevur verið íðin og málrættaður í sínum arbeiði og hevur ment hondbóltin og felagsskapin á teimum liðum, sum hann hevur havt ábyrgd av.
Berkan er 39 ár. Hann hevur drúgvar royndir sum venjari í heimlandinum Turkalandi. Hann hevur verið venjari í bestu deild í heimlandinum. Eisini hevur hann m.a. verið venjari hjá U18 landsliðnum. Hann var í fleiri ár leikari á høgum stigi í Turkalandi; var á ungdómslandsliðnum í nøkur ár.
Berkan hevur hægstu hondbóltsvenjaraútbúgvingina EHF Master Coach.
StÍF feganst um, at tað hevur eydanst at leingja góða samstarvið við Berkan.
Mest lisið í farnu viku

4 fólk dømd fyri rúsevnasmugling við seglbáti til Føroyar

Almenna kjakið um javnstøðulógina í Føroyum

Andakt

Ábendingar um lægri vøkstur og tørvur á veruligum nýskipanum

Gene Hackman og konan innideyð

Helgi Abrahamsen finnur ikki vallyftini

Kjakið um Suðuroyartunnilin

Landsstýrið latið Løgtinginum 27 uppskot í dag

Løgmaður tilnevnt nýggj landsstýrisfólk

Makrelstovnurin minkar skjótt

Skrøgg og fakta um útbúgvingar á Setrinum

Tilmæli um berarakanning og pinkubarnaskreening
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











