Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

LÍV lækkar umsitingarkostnaðirnar

Innanlands | 24/04-2023 09:15

1. januar 2023 lækkaðu umsitingarkostnaðirnir. Fasti árligi kostnaðurin lækkaði við 40 prosentum, úr 300 krónum niður í 180 krónur. Miðalkundin spardi við hesum árliga 680 krónur.

Tað er seinnu árini vorðið munandi bíligari at vera viðskiftafólk í Tryggingarfelagnum LÍV. Síðani 2012 eru umsitingarkostnaðirnir farnir úr 11 prosentum niður í 4 prosent. 

Hetta hevur verið galdandi frá 1. januar 2023, og er galdandi fyri LÍVpensjón kundar við marknaðarrentu. Somuleiðis er umsitingarkostnaðurin fyri samlagstryggingar lækkaður munandi.

Tryggingarfelagið LÍV hevur seinnu árini lagt stóran dent á at reka felagið so skynsamt sum gjørligt.Dugnalig starvsfólk, nýggj KT-skipan og nýggjur kundaportalur eru nøkur av tiltøkunum, sum hava syrgt fyri, at umsitingarkostnaðirnir støðugt eru lækkaðir seinastu árini.

1. januar 2023 lækkaðu umsitingarkostnaðirnir enn meira, tá bæði umsitingarkostnaðurin av inngjøldum lækkaði úr 5 prosent niður í 4 prosent og fasti árligi kostnaðurin lækkaði við 40 prosentum, úr 300 krónum niður í 180 krónur. Miðalkundin spardi við hesum árliga 680 krónur.

1.januar 2023 varð fasti kostnaðurin bert tikin fyri eina avtalu, hóast kundin hevði fleiri tryggingaravtalur.

Skynsami raksturin hevur eftir øllum at døma givið afturljóð á marknaðinum, tí felagið stendur seg alsamt sterkari á føroyska eftirlønar- og tryggingarmarknaðinum. Síðani 2017 er talið av viðskiftafólkum hjá Tryggingarfelagnum LÍV vaksið við góðum 30 prosentum.

- "Tað er eyðsæð, at við fleiri viðskiftafólkum kunnu vit reka fyritøkuna bíligari fyri hvørt viðskiftafólk, men vit høvdu ikki fingið fleiri viðskiftafólk, róku vit ikki fyritøkuna skynsamt. So samanumtikið eri eg bæði errin og fegin, sigur Jan Jakobsen, stjóri í Tryggingarfelagnum LÍV. 

Marknaðurin er lítil, men kappingin er hørð
Tryggingarfelagið LÍV virkar í Føroyum og fyri føroyingar. Á tí føroyska marknaðinum eru í løtuni fleiri feløg og kappingin er hørð til gagns fyri kundan.
Tryggingarfelagið LÍV hevur seinastu fýra árini gjørt munandi íløgur í nútímansgerð av KT-skipanum, kundaportali og optimering av arbeiðsgongdum. Íløgurnar og umleggingarnar hava eydnast væl og hava seinastu árini bøtt munandi um rakstrarkostnaðirnar av felagnum. Talan hevur verið um eina drúgva tilgongd, men talan er eisini um eina áhaldandi menning av skipanum, kundaportali og optimering av arbeiðsgongdum, sum kundin fer at fáa ágóðan av.

Seinastu 10 árini er rakstrarkostnaðurin lækkaður við umleið 20%, meðan inngjaldið í sama tíðarskeið er økt við 240%.


Lagt út: Eivind Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi