Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Fyrispurningur um lønarlyft

Innanlands | 24/04-2023 18:44

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur spyr Ruth Vang um lønarlyft og hví sjúkrarøktarfrøðingar verða frávaldir

Í samband við nógv umrødda lønarlyftið til útvaldar bólkar á umsorganarøkinum,   er tað
undrunarvert, at sjúkrarøktarfrøðingar verða frávaldir   Í 1969 blivu tær flokkaðar í ein lægri
lønarflokk enn mennirnir, tí tær ikki høvdu forsyrgjaraskyldu.
 
Fyri ikki so nógvum árum síðan í krepputíðum fóru sjúkrarøktarfrøðingar niður í løn fyri at vísa
samfelagssinni. Í  2017  vildu sjúkrarøktarfrøðingarnir gera upp við reformin  í 1969 og
lønarniðurskurðin í kreppuni. 
 
Løgmaður hevur sagt fleiri ferðir, at tey, sum  starvast  á umsorganarøkinum, skuldu upp í løn.
Løgmaður hevur eisini sagt,  at tað er upp á tíðina at  kvinnufakini fáa eitt uppiborið lønarlyft. 
Hann hevur eisini sagt, at tá umsorganarøkini virka optimalt eru tað ikki bara starvsfólkini sum
vinna, men eisini brúkarin og avvarðandi.  Eg fái hesi orð  løgmans  illa at passa saman  við tað sum
verður víst í verki,  nevniliga  útihýsingina av sjúkrarøktarfrøðingunum.
 
Spennandi verður at fylgja, um  umsorganarøkini blíva betri,  tá tey  við hægstu/longstu 
útbúgvingini  á økinum verða útihýst. Hetta er undrunarvert og ørkymlandi. Avdúkar hetta ikki  
manglandi virðing fyri sjúkrarøktarfrøðingunum og faki teirra ? Og stendur hetta ikki í skríggjandi
andsøgn við tað, sum bleiv sagt undir korona av landsins politikarum. ?  Tað  gekk  næstan ikki
dagur, har øll fingu at hoyra ,  hvussu týdningarmikið arbeiði sjúkrarøktarfrøðingarnir gjørdu í
koronatíðini.  Har manglaðu ikki lovorð,  herðaklapp og rósur, men tað livir sum kunnugt ongin av.
 
Tá eg gekk á politiskúla í 1986 vóru sáttmálasamráðingar á almenna arbeiðsmarknaðinum í
Danmark. Eitt av herrópunum var “vi er glade for vores arbejde, men det kan vi ikke leve af”.  Sum
kunnugt livir  heldur ongin  av lovorðum, herðaklappum og rósum.
 
Samgongan ætlar  at geva nøkrum  bólkum innan sama øki lønarlyft, men skulu  
sjúkrarøktarfrøðingar taka til takkar við lovorðum, herðaklappum og rósum ?.
 
Ætlanin við mínum fyrispurningi er so avgjørt ikki at seta bólkar upp móti hvørjum øðrum.  Tað
hevur  samgongan við hesum longu  gjørt. Eg haldi, at øll á umsorganarøkinum skulu hava lønarlyft
og ongin skal útihýsast.  Tað sum samgongan ætlar at gera tykist  sera løgið.
 
At gera lønarlyfti til stríð um kvinnurættindi og ikki taka sjúkrarøktarfrøðingarnar við, er tað ikki at
vísa manglandi virðing fyri sjúkrarøktarfrøðingum og fyri javnstøðustríðnum ?.
 
 
Eg havi í dag sent landsstýriskvinnuni í Fíggjarmálum fylgjandi spurningar:
 
Spurningarnir eru:
 
1. Hvør  er  orsøkin  til,  at sjúkrarøktarfrøðingarnir eru  valdir frá,  nú  samgongan ætlar at
lyfta lønirnar hjá útvaldum starvsbólkum á umsorganarøkinum?
 
2. Hevur    útihýsingin    av    sjúkrarøktarfrøðingunum    nakað    við    sáttmála-
samráðingarnar í 2017 at gera, tá sjúkrarøktarfrøðingarnir nýttu verkfalsrættin til at koma til
eitt rímiligt úrslit?

 
3. Væntar landsstýrismaðurin, at tað eggjar fólki at lesa sjúkrarøktarfrøði, sum er hægsta
útbúgving  innan  umsorganarøkið, tá  starvsbólkurin  verður útihýstur  í samband við
lønarlyftið?
 
4. Er tað eftir avtalu við felagið hjá sjúkrarøktarfrøðingum, at hesin starvsbólkur ikki fær eitt
lønarlyft  ?
 
Til ber at lesa meira her:  https://www.logting.fo/mal/mal/?id=10408

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur


Lagt út: Eivind Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi