Andakt
Páll Poulsen skrivar
Tala við Ísraelsmenn og sig við teir: „Táið maður ella kvinna ger heilagt lyfti um at vilja vera Nasireari og víga seg HARRANUM, ..”4.Mós.6.2
So skal Nasirearin fyri durum samkomutjaldsins raka høvd sítt, sum hann ber nasirearamerkið á, og hann skal taka hárið – nasirearamerki sítt – og leggja tað á eldin, ið er undir takkofrinum. 4.Mós.6.18
Hevur tú nakrantíð luktað brent hár? Tað luktar ikki væl! Tað sum náturliga er ótespiligt í nasagluggum manna fær góðkenning og virðismeting hjá Harranum. Heimurin hyggur við háðan og vanvirðing at einum trúgvandi, sum ynskir at liva eitt lív atskilt frá hesum heimi og vígdur Harranum. Tó er tað fyri Gudi ein søtur angi. Nasirearin ofraði sítt hár sum eitt offur – tað hárið var eitt tekin, at hann hevði skilt seg út til Harran.
Úrvalt - Páll Poulsen týddi úr enskum
Tak mítt lív, og veri tað
halgað, Harri, tær hvønn dag!
Beri hvør ein løta tær
samfelt lov og prís frá mær!
*Frances R. Havergal (Ongl.), 1836–1879.
{Lag 1: Wolfgang Amadeus Mozart (Eysturríki), 1756–1791}.
{Lag 2: William H. Havergal (Ongl.), 1793–1870}.
{Lag 3: Henri A.C. Malan (Sveis), 1787–1864}.
{Lag 4: William H. Jude (Ongl.), 1851–1922}.
(V. Danielsen týddi).
Nr 932 í NSGF 2015
Mest lisið í farnu viku

Andakt
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv










Savnið




















Nýggjastu tíðindi











