Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Kanning um javnstøðu løgd fram

Innanlands | 03/05-2023 15:21

Javnstøðumál eru ein áhaldandi fólkaræðislig samrøða, sum vit eiga at hava og hjúkla um í okkara samfelag.

Í gjár var almenn framløga av stórari kanning um javnstøðu, sum Almanna- og mentamálaráðið, saman við Javnstøðunevndini og Demokratia, hevur biðið Fróðskaparsetrið um at gera.

Tað skal vera mítt ynski, og mín  vón, at vit í nógv størri mun fara at hugsa og viðgera javnstøðu í øllum málum, og á øllum mótum. Ikki bert tá ið vit tosa ítøkiliga um javnstøðu, men at tilvitanin um javnstøðu sæst aftur í  øllum samfelagsviðurskiftum. Tí javnstøða er partur av fólkaræðinum. Tað at kynini eru javnt umboðað og eru við til at taka avgerðir og mynda samfelagið er avgerandi fyri góða samfelagið. Tað er avgerandi fyri trivnað og menning. Tað vísir, at her liva vit í einum veruligum fólkaræði, og at allar røddir hava týdning og ávirkan.
Sera nógv fólk høvdu leitað sær oman í Kongshøll at lurta eftir framløgu og orðaskifti um hugburðin til javnstøðumál í Føroyum. Tað vóru teir tríggir granskararnir, Erika Anne Hayfield, Herit Albinus og Heini í Skorini, sum løgdu fram.

Frágreiðingin samsvarar í stóran mun við ta vitan, sum vit hava úr øðrum londum, men nú hava vit føroysk tøl og vitan um hetta. Tað er ikki bara gott, tað er eisini neyðugt, tá vit skulu arbeiða við javnstøðupolitiskum ætlanum og gera raðfestingar, vísti landsstýriskvinnan á.

Eftir framløguna var orðaskifti millum tey fimm; Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu, Bjørk Mariu Kunoy, forkvinnu í Javnstøðunevndini, Niels Winther, stjóra í Vinnuhúsinum, Eriku Anne Hayfield, granskara og Martin Tvede Zachariasen, rektara á Fróðskaparsetri Føroya. Úr hvør sínum sjónarhorni lýstu tey hvørjar raðfestingar tey meta eru alneyðugar og hvørjar avbjóðingarnar eru í javnstøðuhøpi.

Fyri tey, sum arbeiða við javnstøðu, er tað ein avbjóðing, at vit vita ov lítið. Tað er ikki nokk at gita ella at halda, at vit nokk eru sum onnur lond. Vit víkja frá við okkara serstaka samfelag, og tað hevur týdning, at vit vita, hvar vit standa, tá vit fara at gera javnstøðupolitiskar ætlanir ella dagføra lóggávuna. Tí hevur tað alstóran týdning, at vit hava føroyska gransking, sum hesa, tí gleðist landsstýriskvinnan um samstarvið við Setrið, og vónar, at hetta økið verður nakað, vit koma at samstarva meira um.

Javnstøðumál eru ein áhaldandi fólkaræðislig samrøða, sum vit eiga at hava og hjúkla um í okkara samfelag. Kanska ongantíð meira enn beint nú, vísti Sirið Stenberg at enda á.


Lagt út: Eivind Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Havstovan tilmælur at stongja tað mesta
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi