Andakt
Páll Poulsen skrivar
Um sætta tíman kom myrkur yvir alt landið, og tað vardi líka til níggjunda tíman. Matt.27.45
Tríggir tímar við myrkri. Hvør sjáldsamt, at sólin skuldi ganga undir um miðdagin, Amos 8.9. Menniskju høvdu gjørt teirra versta móti Harranum Jesusi. Nú var tað Gud og Hann, sum gjørdu søkina upp. Tað var í myrkrinum, at Hann varð gjørdur til synd fyri okkum, 2.Kor.5.21. Tað var í teimum tímunum, at svørið vaknaði og slóg Hirðan, Zak,13.7. Tað var tá, at Hann varð særdur fyri brot okkara, soraður fyri misgerðir okkara; straffin varð løgd á Hann, at Harrin soraði Hann og slóg Hann, Es.53.5,10. Á dýpd miskunnar og kærleika Guds, at Hann skuldi gera hetta við egna, elskaða Son Sín. Latum okkum tilbiðja Hann í anda og sannleika! Jóh.4.23.
Úrvalt - Páll Poulsen týddi úr enskum
Kongur míns lívs, eg krýni teg,
tú eigur æruna!
Minn, minn meg á tín tunga veg,
leið meg til Golgata!
Niðurlag: Minn, minn meg á Getsemane,
minn minn meg á tín tunga veg,
minn, minn meg á, tú elskar meg,
leið meg til Golgata!
*Jenny Evelyn Hussey, 1874–1958.
{Lag: William J. Kirkpatrick (Írl./Amer.), 1838–1921}.
(V. Danielsen týddi).
Nr 374 í NSGF 2015
Mest lisið í farnu viku
Heilsutrygdargjald
Tupperware á húsagang
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur