Fleiri 100 arbeiðspláss í vanda
Løgtingi ætlar at samtykkja tilfeingisgjald, sum ger tað truplari at framleiða laks í føroyum. Alivinnan boðar frá minkandi íløgum og at virksemi verður flutt av landinum
Í morgin, 17 mai, er 3. viðgerð av LM-093/2022 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um loyvisgjald á alivinnu (Broytingar í tøkugjaldinum)
Havbúnaðarfelagið hevur gjørt sínar viðmerkingar. Løgtingi hevur ikki lurta, sum teir sjálvandi ikki hava skyldu til. Nú hoyrast røddir um at hetta fer at fáa avleiðingar.
Í gjár skrivaði Bill Justinussen grein um hetta. Bill Justinussen hevur gott samband við Bakkafrost og hann er ikki løgtingslimur. Orsøk er tí at halda, at hann hevur hoyrt okkurt.
Regin Jacobsen hevur úttala seg til Eysturoyarportalin, at tað fær avleiðingar á íløgur og framleiðslan á góðskingarvirkinum kann ikki halda áfram eins og nú.
R7 hevur eisini hoyrt okkurt, sum bendir á, at nevndu upplýsingar eru annað og meira enn ein roynd at sleppa undan hægri tilfeingisgjaldi.
Í Norra ætlaðu teir at leggja stór gjøld á alivinnuna. Alivinnan royndi at mótmæla. Seinasta hálva árið hevur verið tosa um hetta í Norra. Seinastu vikuna er nógv hent. Flokkar boða nú frá, at teir taka ikki undir við ætlaðu broytingunum.
Kystkommunurnar í Norra, sum eru útjaðarakommunurnar heita eisini á norsku mynduleikarnar um at útseta málið, tí tær duga at síggja, at hóast tær skuldu fáa part av skattainntøkunum, so verða tær eisini raktar av minkandi íløgum og minkandi virksemi.
Uppskotið bleiv samtykt við 2 viðgerð og roknast má við at tað eisini verður samtykt við triðju viðgerð.
Tað sæst onki til at nøkur útrokning er gjørd av netto úrslitinum hjá landskassanum av samlaðu broytingunum.
Mest lisið í farnu viku

Andakt
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv










Savnið




















Nýggjastu tíðindi











