Andakt
Páll Poulsen skrivar
Tí so ofta sum tit eta hetta breyð og drekka henda kalik, kunngera tit deyða Harrans, inntil Hann kemur. 1.Kor.11.26
Fyri tey trúgvandi er einki átak á jørðini so átroðkandi, sum fyrsta dag í hvørji viku at minnast teirra elskaða Harra.
Breyðið og vínið, ið eru tekin um likam og blóð Jesusar, minna okkum á tað ovurstóra ofrið, Hann gjørdi fyri okkum á staðnum, ið nevnist Golgata. Tað er eisini ein áminning, at við at uppfylla umbøn Hansara, so er tað bara til Hann kemur aftur! Hvør ein signað vón! Máttu vit henda dagin, soframt tað er okkum gjørligt, ært Harran við at gera tað,
Hann bað okkum gera!
Úrvalt - Páll Poulsen týddi úr enskum
Sum tú mær, Jesus, sjálvur beyð,
í djúpum eyðmýki
eg hetta, Harri, gera vil,
eg her vil minnast teg!
*James Montgomery (Skotl.), 1771–1854.
{Lag 1: John B. Dykes (Ongl.), 1823–1876}.
{Lag 2: Hugh Wilson (Skotl.), 1766–1824}.
(V. Danielsen týddi).
Nr 634 í NSGF 2015
Mest lisið í farnu viku

Andakt

Gobal warming

Hví skulu ríkar konur í Hoyvík fáa 100.000 í stuðli til óneyðugt bilkeyp

Sannlíkt at Ukrainsk raket drap 16 ukrainar

Stórfundur um at hjálpa Ukraina

Zelinski vrakaður í Ísrael
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv










Savnið




















Nýggjastu tíðindi











