Hýsan á Bankanum deyða rak
Vit hava fingið myndir av hýsu av Føroya Banka. Hon er sera rak og prísurin er tilsvarandi lágur
Hýsan á Føroya Banka er nú so rak at teir sum fiska samanbera hana við toskin í 2019. Tað verður mett at verða sera ringt tekin, at hýsan nú er so illa fyri.
Ofta er tað soleiðis at veiðan árini aftaná at fiskur er so rak, er sera lítil.
Teir sum fiska siga at føðin manglar og vit hava roynt ov lítið.
Havstovan og fiskimálaráðið hava í ár avmarka veiðuna í mun til í fjør. Stór línuskip sleppa ikki út á bankan nú. Men teir siga at smærri bátar hava fleiri dagar.
Á fiskamarknaðinum sæst, at teir sum royna á Føroya Banka fáa lægri prís enn teir sum fiska aðrastaðni.
Vit fingu nakrar myndir sendandi av hýsu sum er fiska á Føroya Banka. Sigast kann, at hýsan á myndini er rættuliga rak.
Føroya Banki hevur annars verði friðaður í umleið 20 ár. Í fjør og í ár eru nakrir fáir dagar útlutaðir.
Mest lisið í farnu viku

Andakt

Meginfelag Útróðrarmanna havt limafund

So svakan havi eg ongantíð sæð Tobba verið!
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv










Savnið




















Nýggjastu tíðindi











