Danskari fekk endurgjald fyri ov seina viðgerð
Krabbameinsviðgerðin byrjaði 29 dagar ov seint. Møguleikin at verða á lívi 5 ár seinni minkaði úr 30% niður í 10%
Í Danmark hava tveir persónar fingið endurgjald fyri ov seina viðgerð. Hetta hendi í samband við eina skandalu um skeivar og seinar viðgerðir fyri krabba.
Á sjúkrahúsinum í Aarhus hava bíðilistarnir verið upp í 10 vikur, tó at behandlingsgaranti sigur at bíðast skal í mesta lagið 2 vikur. Hetta hevur verið umrøtt í donskum miðlum.
Nevndu persónar høvdu tarmkrabba. Tað eru nógv sløg av krabba og øll eru ikki eins vandamikil.
Hesi data vísa okkum tídningin av skjótari viðgerð. Í føroyum eru munandi færri tilburðir av krabba, men deyðstíttleikin av krabba er væl hægri enn í Danmark. Tað er rímuliga víst at orsøkin er at vit í føroyum eru ov sein at staðfesta krabba og ei heldur hava vit viðgerðartrygd.
Í samband við Korona vóru eisini færri kanningar og tøl vísa, at aftaná korona økjast tølini av krabbatilburðum. Hetta bleiv ávíst tá korona byrjaði, m.a. í Bretlandi, Danmark.Í Føroyum heittu læknar og mynduleikar á fólk um at fara til kanningar.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











