AFD vann "borgarstjóraval" í Týsklandi
Fyri fyrstu ferð vann Alternativ fur Deutchland eitt Landratsval. Hetta aftaná umval har allir flokkar vit kenna vóru í parti ómóti AFD.
Tað sær út til at týskarar ikki síggja ljóst uppá framtíðina. Alternativ fur Deutchland vann Ladratsval í Sonnenberg, har tað búgva á leið 50.000 fólk.
Tað er tekin um at alt ikki gongur eins væl og fólk kundu hugsa sær. AFD verður rokna sum víðgongt og langt til høgru. Men eins og so nevndu høgraflokkarnir í Danmark og Frankaríki, fáa tey nógvar atkvøður frá arbeiðarastættini.
Tað sær út til at týskarar byrja at rokna nógvu innflytararnar sum ein trupuleika. Inflatiónin er høg og tey sum tjena minst hava trupult við at fáa endarnar at røkka saman. Búskapurin í Týsklandi hevur tað ikki gott og BTÙ minkaði fyrsta ársfjóðring 2023.
Í seinastu veljarakanningunum er CDU fremst, men AfD er nummar tvey. Tey fáa fleiri atkvøður enn Socialdemokratarnir og Tey Grønu. Hesaferð stúra nógv fyri at stuðulin hjá AfD er varandi.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











