Ukraina sleppur ikki upp í ES
Lars Løkke sigur við Ritzau, at Ukraina fær ikki lagaligari treytir enn onnur. Ein frágreiðing vísur at Ukraina líkur 2 av 7 krøvum.
ES limaskapurin hjá Ukraina er útsettur í rættuliga nógv ár. Tað merkir at tað politikarar fyrr hava sagt fyri Ukraina er rættuliga langt frá tí teir siga í dag. Í fjør ljóðaði sum at ES limaskapur bara var ein formalitetur, sum bleiv avgreiddur á næsta fundi og Nato limaskapur kundi næstan játtast hóast kríggj ikki var liðugt.
Tað er púra vanligt í altjóða høpi, at stuðul í pengum, sum lond játta á felags fundum ikki verður givin. Somuleiðis síggja vit nú, at ES limaskapurin sum tey lovaðu Ukraina, als ikki verður aktuellur komandi 10 árini.
Ein frágreiðing sum ES hevur gjørt vísur, at Ukraina bara lýkur 2 av 7 treytum fyri at gerast limur í ES.
Í hesum døgum verður umrøtt at víðka ES. Tað er orsaka av krígnum í Ukraina at tað er aktuelt.
Ukraina vil sleppa í ES, ivaleyst fyri trygdina og tann stuðul sum kann fáast úr ES.
Í hesum døgum fyrireika tey fund. Ein av teimum sum fyrireikar ES fundin er Lars Løkke Rasmussen. Hann hevur úttala seg til Ritzau um at Ukraina ikki fær lagaligari treytir enn onnur. Somuleiðis vísur hann á, at tað er í áhuganum hjá ES at Moldova, Georgia og Ukraina koma tættari at ES, tí annars enda tey í sferuni hjá Russlandi.
ES tykist vilja hava nógvar limir. Hetta hóast limalond hava ávís vetorættindi og nýggj og fátøk lond ofta fáa øgiliga nógv meira úr felagskassanum enn tey gjalda inn í felagskassan. Somuleiðis vísur tað seg, at nógv lond í ES gera lítið fyri at fylgja teimum treytum sum nú einaferð eru. Í samband við felags gjaldoyra fingu Italia og Grikkaland Euro, hóast tað var eitt sindur kreativt.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











