Trans persónur í reklamu ein katastrofa fyri øl søluna
Tað sær út til at woke er ikki so inn, sum tað hevur verið
Fyrr í ár brúkti Budweiser, Dylan Mulvaney, sum er føddur maður, men hevur skift kyn, í reklamum fyri øl.
Bud Light hevur í nógv ár verið mest selda øl í USA og Budweiser hevur verið stórsta øl-brand í USA.
Úrslitið av hesari reklamu gjørdist ein katastrofa. Sera nógv fólk gjørdust ill. Enntá síggjast fólk skjóta øl-dósir og siga at tey keypa ongantíð aftur Bud Light. Sølan av Bud Ligt er minka 25-30% í ár. Tað er sera nógv. Summar og hásesong er ávegis, men tað sær ikki út til at rætta seg uppaftur.
Sølan av øli er vanliga rættuliga stabil og marknaðarparta flyta seg sera lítið.
Bud Light er ikki mest selda øl longur. Í staðin er mest selda øl nú Modeno. Sama felag, sum framleiðir øl merkið Corona framleiðir eisini hetta merki. Tað undarliga er tó at í Mexico eigur Budweiser Corona og Modeno, men í USA mátti Budweiser selja tað frá í samband við yvirtøkur av øðrum feløgum.
Eisini stóra handilsketan Target, sum er stór í USA fekk líknandi trupulleikar. Teir seldu eina vøru, í samband við Pride og LGBTQ. Virði á partabrøvunum rapaði 9 dagar á rað og partabrøvini lækkaðu 100 milliardir í virði.
Í gjár boðaði stóra danska fyritøkan Chr. Hansen hevur eisini valt at droppa sín stuðul til Pride. Teir upplýstu, at teir sóu seg noyddan. Teir vísa á vandan fyri at missa umsetning og at teir eisini noyðast at hugsa um kundarnar.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











