Framherji hevur keypt Samherja út
Framherji, sum Anfinn Olsen og Elisabeth Eldevig eiga hevur yvirtikið partin sum Íslendskan fyritøkan Samherji hevur átt síðan 1994
Tíðindaskriv frá Framherja
Føroysku partaeigararnir í Framherja hava keypt íslendska partaeigaran út, og samstundis keypa íslendingar tann føroyska partin í íslendska felagnum, Samherji hf.
Partarnir hava havt eitt gott og mennandi samstarv síðani 1994, men í sambandi við ættarliðsskifti í bæði Framherja og Samherja er semja gjørd um, at føroyingar yvirtaka partabrøvini, sum íslendingar áttu í Framherja, og føroyingar avhenda sín part í Samherja.
Harvið er føroyski ognarluturin í Samherja seldur, meðan føroyingar hava keypt øll partabrøvini, ið Samherji átti í Framherja.
Avtalan umfatar eisini avhending av íslendska ognarpartinum í P/f Faroe Origin. Tað merkir, at Framherji hevur keypt partabrøvini, sum Samherji átti í Faroe Origin.
Framherji við dótturfeløgum eigur og rekur uppsjóvarskipini ”Fagraberg” og ”Høgaberg” (í løtuni ”Gamli Jupiter”), frystitrolaran ”Akraberg”, og frystilínuskipini ”Jógvan I” og ”Stapan”. Skipini hjá Faroe Origin eru partrolararnir ”Stelkur”, ”Bakur”, ”Heykur” og ”Falkur”.
Vit í Framherja vilja takka Samherja fyri gott samstarv.
Mest lisið í farnu viku

Andakt

Meginfelag Útróðrarmanna havt limafund

So svakan havi eg ongantíð sæð Tobba verið!
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv










Savnið




















Nýggjastu tíðindi











