Flestu Ukrainar kenna onkran sum er deyður ella skaddur
Kanning vísur at 63% av ukrainum hava mist onkran í familjuni ella onkran tey kenna
Kyiv International Institute of Sociology hevur spurt fólk um tey hava vinir ella skyldfólk, sum eru deyð ella skadd í krígnum sum byrjaði fyri skjótt 500 døgum síðan. Kanningin er gjørd frá 26 mai til 5 juni.
Kanningin kann lesast her
Av teimum, sum svaraðu, siga 78% at tey kenna onkran ella eru í familju við onkran, sum er deyður ella skaddur. 63% siga at onkur tey kenna ella onkur tey eru í familju við er deyður.
Í miðal siga tey seg hava 7 fólk tey kenna ella eru í familju við, sum eru skadd ella deyð.
Havandi í huga at har búðu á leið 30-40 milliónir fólk, tá kríggi byrjaði, so tykjast tølini sera høg. Tað verður vísta á fyrivarni í kanningini, tí tað er ikki so vanligt at gera kanningar í Ukraina. Men tey hava spurt 2000 fólk og tey siga at tey hava valt tey tilvildarliga og tí er tað gjørt eins og vanligt.
Mest lisið í farnu viku
Heilsutrygdargjald
Tupperware á húsagang
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur