Pumpuskipanin hjá SEV dýrka 400 milliónir
SEV biður um hjálp til íløgu á 1,4 mia. Sev skyldar í dag 1 milliard og samlaðu inntøkurnar eru 587 mió.
Pumpuskipanin í Vestmanna er dýrka 400 milliónir og nú biður SEV landsstýri hjálpa sær.
SEV ætlar at gera pumpuskipan í Vestmanna. Hetta fyri at brúka vatnið fleiri ferðir. Ætlanin er at pumpa vatn frá elverkinum í Vestmanna og niðan aftur í vatnbyrgingina. Hetta skal gerast við avlopsorku frá vindmyllum.
SEV skyldar í dag 1 milliard. Inntøkurnar eru 587 mió. Sev skyldar tí umleið 2 álíkning, meðan eigararnir, kommunurnar bara hava loyvi at skylda eina álíkning. Og SEV ætlar at gera íløgur fyri 1,4 mia. í eina pumpuskipan, umframt í vindmyllur.
Alivinnan keypir á leið 40% av framleiðsluni hjá SEV. Avlopið hjá SEV í 2022 var 17 mió.
Kommunurnar eiga SEV. Nevndin er politiskt vald. Tá vit hoyra um eginpening, inntøkur og skuld er tað tí tað er krav frá fíggjastovnum. Ongantíð tí at nevndin hugsar um palliba, sum skal gjalda.
SEV hevur eina eginogn. Men virði av henni verður í mun til inntøkur og avlop hjá SEV og ikki byggikostnaðurin.
SEV avskrivar 170 mió. árliga í mun til inntøkur á 587 mió. Oljuútreiðslurnar hjá SEV vóru 224 mió. seinasta ár og í 2021 vóru tær 183 mió. Íløgurnar skulu tí fíggjast við spardum oljuútreiðslum og hægri kilowatt prísi.
SEV seldi 395 mió. KWT í 2022. Rokna verður við øktari nýtslu, nú bilar og hús skulu leggja um frá olju til el.
Roknast má við at SEV í framtíðini verður øgiliga dýrt. Somuleiðis kostar elbilur dupult so nógv sum vanligir bilar og hitapumpur og jarðhiti kosta dupult so nógv sum oljufýr.
Standard fyri óvæntaðir kostnaðir, sær út til at verða 400 mió, um tað so er H-bygningur, Glasir ella SEV.
Mest lisið í farnu viku

Andakt

Meginfelag Útróðrarmanna havt limafund

So svakan havi eg ongantíð sæð Tobba verið!
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv










Savnið




















Nýggjastu tíðindi











