Andakt
Páll Poulsen skrivar
Tá steðgaði Jesus. Mark.10.49
Harrin Jesus, skaparin av hesum ovurstóra alheimi, var á leið Síni til Golgata og krossin. Tó – á hesi ferð Sína steðgaði Hann - Hann stóð stillur - og tók Sær stundir at grøða henda neyðars biddaran. Eingin annar hevði stundir til henda mannin, men Frelsarin hevði. Harrin Jesus hevur stundir til hvønn einasta okkara. Hann er ongantíð ov upptikin og nøktar hvønn dag okkara tørv. Máttu vit í dag lært henda einfalda lærdóm.
Úrvalt - Páll Poulsen týddi úr enskum
Er Jesus nær, tá mín sál er sjúk,
so at songurin tagna má,
tá ið mótið svann,
tá ið grátur rann,
og eg veit ei veg ella ráð?
Niðurlag: Á, ja, hann er nær,
eg veit, hann er nær,
hans eyma hjarta er rørt!
Tá ið náttin long er,
og leiðin trong, er
við hjálp hans armur nær.
...
*Frank E. Graeff (Amer.), 1860–1919.
{Lag: J. Lincoln Hall (Amer.) 1866–1930}.
(V. Danielsen týddi).
Nr 748 í NSGF 2015
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur