U19 Hondbóltskvinnurnar leika finalu í dag
U19 hondbóltslandsliðið hjá kvinnum kann kvalifisera seg til HM í 24 um tær vinna í dag.
U19 kvinnulandsliðið í hondbólti hevur seinastu vikuna leikt kapping í Litava. Tað er í B bólkinum. Tær hava leikt 4 dystir og vunni tríggjar og tapt ein 29-28 móti Spania.
Mótstøðuliði í finaluni í dag er aftur Spania. Seinast var dysturin rættuliga javnur og munurin eitt mál. Bæði vóru kvalifisera at koma víðari og tí hevði dysturin ikki sama tídning sum dysturin í dag.
Sponsku leikararnir eru størri og tyngri enn okkara. Men okkara leika væl skjótari. Roknast kann við at dysturin í dag verður trupul. Stødd og vekt í hondbólti telur nógv. Bæði spanska og føroyska liðið hava sera nógvar leikarar sum skjóta mál. Tað ger ivaleyst at føroyska liðið hevur munandi betri møguleikar enn U21 mennirnir, sum vóru taktist útspældir, tí teir høvdu ov fáar sum fingu mál. Spania hevði lættan dyst í gjár, meðan føroyar hevði strævnan dyst.
Tilsamans má Spania roknast sum favorittur. Megna okkara at hugsa klárt, so hava vit ein rímuligan møguleika at vinna.
Vinnur Føroyar, so skulu tær leika dyst móti vinnaranum í hinum B bólkinum, (Italia ella Eysturríki), Croatia og Serbia, har vinnarin sleppur við til HM í 2024.
Dysturin er í dag kl. 15 og sæst á ehftv.com. Á EHFTV ber til at logga inn við facebook, telduposti v.m. og tað er ókeypis.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











