U19 kvinnurnar taptu finaluna
Spania vann, men føroysku kvinnurnar royndu, hóast tað gekk illa í hond. Men tað er flott at koma í finaluna
U19 kvinnulandsliðið í hondbólti tapti finaluna ímóti Spania. Høvdu tær vunnið, so høvdu tær komi víðari til kvalifikatión til heimsmeistaraskapi í 2024.
Spania vann dystin 34-23. Føroyar var á odda fyrstu 12 minuttirnar. Men so steðgaði upp. Vit fingu fá mál, meðan spania fyrst javnaði og síðan fór framum. Støðan í hálvleikinum var 18-12 til spania. Tá seinni hálvleikur var hálvrunnin var spania á odda við 11 málum. Seinastu 15 minuttirnar hildu vit tørn. Dysturin endaði 34-23
Spania hevði nógv størri og tyngri leikarar. Føroyar skjóta fá langskot og at trýsta seg framvið tyngri leikarum, sum eru minst líka góðir sum okkara er alt annað enn lætt. Munurin á liðunum er neyvan so stórur sum málini vísa. Okkara tveittu nógvar bóltar burtur. Tað gjørdist ein lættur dystir fyri Spania.
At enda í finaluni er tó eitt sera gott úrslit.
Føroyar leiktu í einum B bólki. Í hinum B bólkinum vann Italia 29-21 á Eysturríki. Leikliga sá út til at Italia er á leið sum Føroyar. Føroyar vunnu á Italia við tveimum málum í U17 kappingini fyri 2 árum síðan.
Í A bólkinum leiktu 16 lið. Finalan var millum Danmark og Ungarn. Danmark var á odda 17-14 í hálvleikinum, men Ungarn vann dystin 35-26. Støði á hesum liðum er nakað hægri enn okkara.
At enda í finaluni og sostatt verða nummar 18 og leikliga onkustaðni millum nummar 10-17 er óført.
Mest lisið í farnu viku

4 fólk dømd fyri rúsevnasmugling við seglbáti til Føroyar

Almenna kjakið um javnstøðulógina í Føroyum

Andakt

Ábendingar um lægri vøkstur og tørvur á veruligum nýskipanum

Gene Hackman og konan innideyð

Helgi Abrahamsen finnur ikki vallyftini

Kjakið um Suðuroyartunnilin

Landsstýrið latið Løgtinginum 27 uppskot í dag

Løgmaður tilnevnt nýggj landsstýrisfólk

Makrelstovnurin minkar skjótt

Skrøgg og fakta um útbúgvingar á Setrinum

Tilmæli um berarakanning og pinkubarnaskreening
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











