Tá NATO bumbaði Jugoslavia
Í 1999 bumbaði NATO Jugoslavia í 78 dagar. Teir gjørdu á leið 10.000 álop við flúgvara. Teir brúktu 420.000 bumbur.
Nógv hava longu gloymt stríðið í Jugoslavia í 1999. Tá leyp NATO á Jugoslavia uttan nakra ST samtykt.
Tað var í hesum stríði kendi sangarin James Blunt, forðaði 3 heimsbardaga. Men tað koma vit til eina aðru ferð.
Onkuntíð er gott at kenna søguna. Flestu lond læra av søguni. Ivaleyst læra russar av søguni í Jugoslavia, Iraq og Libya. Um vit ynskja frið, so noyðast vit at skilja mótpartin.
NATO bumbaði Jugoslavia í 78 dagar. Teir brúktu "depletet" Uran, sum verður brúkt fyri at gera bumbur effektivari, men viðførur at fólk fáa krabbamein. Eisini brúktu teir "cluster" bumbur, har bara ein partur brestur og restin verður liggjandi og ger skaða á bóndur og onnur, sum ganga í hesum økjum. NATO bumbaði í 78 dagar. Teir bumbaðu sjálvandi jugoslaviska herin, men skúlar, sjónvarpsstøðir, brúgvar, elverk og nógv annað bleiv eisini bumba. Og sum innslagið vísur, so smæddust teir ikki við at redigera video, fyri at krógva sannleikan, sum vanligt er tá tey kríggjast. Serbiski presidenturin, Milosovic bleiv ákærdur fyri krígsbrotsverk 2 vikur áðrenn bumbingin endaði. Men ongin í Nato bleiv ákærdur fyri krígsbrotsverk, hóast reglurnar um krígsbrotsverk eru greiðar.
Løgmaður tosaði eins og nógvir útlendskir statsleiðarar um frið í Europa síðan 1945, tá Ukraina verður umrøtt. Tað sær út til, at tað hevur tídning at gloyma stríðið í Jugoslavia, sjálvt um allir statsleiðarar um okkara leiðir hava aldur at minnast 1999.
Her er ein 10 miinuttir dokumentarur á enskum, sum lýsir á leið hvat hendi. Hetta er ein sjónvarpsrás úr India, sum ofta ger áhugaverdar dokumentarir. Verturin eitur Palki Sharma og hon er kend í India og hevur verði at síggja seinastu 20 árini.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











