KÍ óvæntaðan sigur á Ferencvaros
KÍ kom víðari í Champions Leauge. Vit funnu ein samadrátt av dystinum
KÍ leikti seinna Champions Leauge dystin móti Ferencvaros. Fyrri dysturin í Klaksvík fyri viku síðan endaði við javnleiki.
Helst hevur Ferencvaros rokna við avgreiðslusigri. Kí stó sera væl í verjuni. Tað er ikki vanligt at síggja føroysk lið megna at verja so væl. Ferencvaros var í álopi meginpartin av dystinum. Heimaliðið var væl betri enn KÍ, men tað eru málini sum telja. Ferencvaros hevði sera fáar málmøguleikar. Tað var ongantíð veruligur vandi á ferð hjá KÍ. Málini hjá KÍ vóru eisini rímuliga tilvildarlig. Eitt óneyðugt brotsspark, í vandaleysari støðu. Ein bakkur misti bóltin og KÍ gjørdi skjótt av og fekk mál. Eitt skot úr langari fjarstøðu, har málmaðurin misti bóltin í málið.
Men KÍ vann tí teir vardu væl. Teir vóru á odda allan dystin og høvdu ikki brúk fyri at leypa á.
Næsti dysturin er mótis svenskum liðið. Tá til bar at halda málið reint móti Ferencvaros, so ber eisini til móti svenskum liði.
Mest lisið í farnu viku

4 fólk dømd fyri rúsevnasmugling við seglbáti til Føroyar

Almenna kjakið um javnstøðulógina í Føroyum

Andakt

Ábendingar um lægri vøkstur og tørvur á veruligum nýskipanum

Gene Hackman og konan innideyð

Helgi Abrahamsen finnur ikki vallyftini

Kjakið um Suðuroyartunnilin

Landsstýrið latið Løgtinginum 27 uppskot í dag

Løgmaður tilnevnt nýggj landsstýrisfólk

Makrelstovnurin minkar skjótt

Skrøgg og fakta um útbúgvingar á Setrinum

Tilmæli um berarakanning og pinkubarnaskreening
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











